2019-02-04 08:38

Gadus siglir heim úr Barentshavinum, teir hava í morgun sett kós ímóti kontrolpunktinum, og síðan verður kósin sett móti Føroyum.
Gadus byrjaði fiskiskap í russiska partinum í Barentshavinum, men hevur síðan nýggjár fiskað í norskum sjógvi, Gadus hevur 700 tons av flaki, mestsum alt er toskaflak.
Gadus fór úr Føroyum 19. november.
Tað eru 32 mans við hendan túrin, skipari er John Fuglø.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald