Mentan

Fyrstu tjaldararnir eru komnir

...

2015-07-15 16:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í dag er stóri tjaldingardagurin, tá túsundavís av tjaldarum tysja tilGøtu. Sum vanligt er tann tiltikni Camp Skopunhagen uttanfyri teltstaðinfrá morgunstundini.

Dámligu ungu menninir, ið manna Skopunhagen vóru blíðir og tíðir, táokkara myndafólk vitjaði teir fyri løtu síðan, sólin skein og lagið vargott.

Teir komu longu kl. 6.30 søgdu teir, tí teir vildu tryggja sær fremstuplássini, tá tjaldingin letur upp seinnapartin í dag.

Í sambandi tjaldingina skipar G! fyri eini Instagramkapping um ársinscamp, øll í campinum skulu luttaka og tann løgnasti ella stuttligasticampurin vinnur tjaldingarpass til G! 2016 og eitt G! flagg. Man luttekurvið at gera eina Instagramvideo, har man lýsir sítt camp tema, og sotaggar man tað #gfestival

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder