Vinna

Fyrstu jólapakkarnir farnir umborð

...

2015-10-14 03:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sjómannsmissiónin skrivar:

Fyrstu jólapakkarnir farnir umborð

Manningin á verksmiðjutrolaranum Ran hjá P/F Thor í Hósvík, var tann fyrsta at fáa jólapakkar frá sjómanskvinnuringunum í ár.
Ran fer eftir ætlan avstað í morgin. Leiðin gongur vestur á Flemish Cap at royna aftir svartkalva og kongafiski. Við Ran vera 24 mans, 22 føroyingar og 2 útlendingar. Skipari verður Esben Poulsen og fyrri stýrimaður verður Heri Poulsen. Teir eru brøður.
Hóast teir vóna at vera aftur áðrenn jól, so eru teir fegnir yvir at hava fingið pakkarnar umborð. Nakrir av manningini riggaðu skipið til tá jólapakkarnir vóru bornir umborð - og myndatólið var við.
Heri (mynd)sigur, at í 2010 gjørdu teir ein líknandi túr á Flemish Cap. Tá fóru teir ikki avstað fyrr enn hálvan november. Tá hildu teir jól á Flemish Cap. Teir høvdu eina jólaløtu umborð við góðum mati, jólasálmum og jólaevangeliið, sum allir vóru glaðir fyri. Tá vóru eisini nakrir útlendingar umborð. Teir vóru serliga fegnir og bilsnir yvir jólapakkarnar.
Sjómanskvinnuringarnir og onnur sum gera pakkar til sjófólkið skulu hava eina hjartans tøkk fyri teir, sigur Heri.
Sjómansmissiónin ynskir teimum ein skjótan og góðan túr.
Jesus fylgi tykkum!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder