2016-04-07 06:47
Gulllaksaskipini Stjørnan og Polarhav komu á Klaksvík um 6-tíðina í morgun, teir eru báðir nærum fullfermdir, tilsamans hava teir 470.000 pund av gulllaksi, sum verður landað á Kósini og selt til Tavuna í Leirvík.
Vit á JN.fo tosaðu umborð á Stjørnuna í gjárkvøldið, teir hava verið úti í eina viku, og hava roynt sunnast í føroyskum sjógvi, har hini gulllaksaskipini eisini hava roynt, veðrið hevur verið gott allan túrin.
Hetta eru fyrstu lastirnar av gulllaksi, ið verða landaðar í ár. Kvotan er ásett til 13.000 tons. Tað eru skipini Stjørnan/Polarhav, Vesturbúgvin/Eysturbúgvin og Vestmenningur/Skoraberg, sum hava loyvi at fiska gulllaks.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald