Ítróttur

Fyrstu føroyameistararnir í badminton funnir

...

2017-02-20 14:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv

Fyrstu føroyameistararnir í badminton funnir

Badmintonhøllin í Klaksvík var leygardagin karmur um FM fyri lið. 23 lið vóru tilmeldaði, og var hetta met.

Kappingin gekk sera væl, og eru fyrireikararnir væl nøgdir. Byrjað varð kl. 09.00 um morgunin og síðstu heiðursmerkini vórðu handaði uml. kl. 17.00. Tá vóru 205 dystir leiktir.

Heiðursmerkini blivu deild soleiðis:

U11

Gull og Føroyameistari KBF

Silvur ÍF

Bronsu HBF

U13

Gull og Føroyameistari KBF

Silvur HBF

Bronsu KBF

U15

Gull og Føroyameistari HBF1

Silvur HBF2

Bronsu ÍF

U17/19

Gull og Føroyameistari KBF

Silvur HBF

Bronsu MBF/ÍF

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder