JN

Fyrstu bátarnir eru komnir til grindina

...

2017-05-21 19:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Mykinesmenn vóru skjótir at flota bát tá ið boðað varð frá grindini.

Nú eru tríggir bátar hjá grindini, grindin er beint nú stødd beint út fyri lendingini í Mykinesi.

Roynt verður at reka grindina á Bø.

Esbern í Eyðanstovu eigur myndirnar.

Uppdatering kl. 20.37 - 5 bátar eru nú hjá grindini, hon gongur hampuliga skjótt suður við oynni t.v.s. móti Sørvági, sigur mykinesmaður, sum vit hava tosað við beint nú.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder