Mentan

Fyrstu bachelorarnir fingið prógv

...

2013-09-09 14:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrstu lærararnir, sum hava tikið ískoytisútbúgvingina til bachelor, hava fingið prógv

Fríggjadagin í farnu viku fingu fyrstu lærararnir, sum hava tikið ískoytisútbúgvingina til bachelor, prógv á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Annika Djurhuus og Birna Vestergaard vórðu teir fyrstu lærararnir, sum fingu prógv í hond.

Ískoytisútbúgvingin byrjaði fyri einum ári síðan. Hetta er fyrstu ferð, at henda útbúgvingin hevur verið boðin út til lærarar, sum eru útlærdir eftir teirri gomlu skipanini. Einir 15 lærarar fóru undir ískoytisútbúgvingina; teir flestu gera seg lidnar nú, men onkur hevur valt at bíða til næsta ár.

Ískoytisútbúgingin er skipað í trimum pørtum, sum eru vísindaástøði og háttaløg, síðan var eitt fakligt modul, har 4 vóru í at velja, og at enda bachelorverkætlanin, sum var skrivlig og skuldi verjast munnliga. Birna Vestergaard heldur, at tað hevur verið krevjandi at taka ískoytisútbúgvingina samstundis sum hon hevur røkt fulltíðarstarv.
- Tey vikuskifti, vit hava verið í skúla, hava vit havt undirvísing frá tíðliga á morgni til á kvøldi. Vit hava havt nógv at lesa og uppgávur at gera og arbeitt fulla tíð við síðuna av. Hóast tað hevur verið sera strævið, hevur mær dámað væl. Tað er sera læruríkt og viðkomandi at taka eina slíka útbúgving, tá ið mann hevur verið lærari í nøkur ár; eisini meti eg, at tað er lættari at heingja ta vitan mann fær á nakað ??? ella knýta hana til okkurt, tá mann arbeiðir innan økið, sigur Birna, sum arbeiðir í Frískúlanum Kelduni í Skálafirði.

Birnu hevur dámt sera væl, at lærarar og námsfrøðingar hava verið saman til skeiðini á læraraskúlanum.
- Tað gjørdi samrøður og kjak meira dynamisk. Eg haldi, at vit sum fakfólk hava so nógv at geva hvør øðrum.

Annika Djurhuus, sum arbeiðir í skúlanum á Glyvrum, leggur afturat, at nógvir lærarar hava havt í tonkunum at brúka útbúgvingina til víðari lesnað.
- Men fyri at byggja víðari á bachelorútbúgvingina eru møguleikarnir í Føroyum avmarkaðar. Ynskiligt var, at mann kundi verða verandi í Føroyum og bygt víðari upp á útbúgvingina.

Kelda: Lærarafelagið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder