JN

Fyrsti túrur í 2016

...

2016-02-11 00:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag byrjar kanningarætlanin hjá Magnusi Heinasyni fyri 2016. Í ár verða tað 22 túrar íalt.

Fyrsti túrurin er, sum vant, ein hydrografiskur rannsóknartúrur, har hiti, salt og onnur umhvørvistøl verða mátað. Endamálið við hesum er at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar. Túrurin er partur av teimum regluligu kanningunum eftir 6 standardskurðum, sum ganga út frá Landgrunninum.

Yvirlit yvir allar túrarnar í 2016 sæst her. Eftir hvønn túr verður ein túrfrágreiðing skrivað og løgd á heimasíðuna. Hon er tá at finna í aftasta teigi í yvirlitinum.

Á heimasíðuni ber eisini til at síggja, hvar ið Magnus Heinason er staddur júst nú. Hetta kann gerast við at trýsta á ikonið ???Her er Magnus Heinason nú??? á forsíðuni ella við at trýsta her, tað skrivar Havstovan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder