Vinna

Fyrsti harudagur og haruheimasíðan tøk á netinum

...

2015-11-03 14:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í gjár var fyrsti harudagur og haru-heimasíðan er nú tøk á netinum.

Tit finnur síðuna á:

http://hs.kodi.fo/

Á síðuni ber til at fylgja við, hvussu gingist hevur við haruveiðuni kring landið (Trýst á ???Allar skrásetingar í ár???), og at síggja úrslitini frá 2014 (Trýst á ???Eldri skrásetingar???) . Eisini kunna harumenninir sjálvir skráseta úrslitini frá sínum túrum beinleiðis inn í eina databasu. Á hendan hátt slepst undan tí drúgva inntastingararbeiðinum, sum eg annars sjálvur havi verið noyddur at gjør tey undanfarnu trý árini, tá úrslitini frá haruveiðuni í Føroyum eru vórðu skrásett.

??RSLITINI FYRI 2014 SÍGGJAST EISINI

Umframt veiðuna fyri í ár, ber eisini til at síggja øll úrslitini frá teimum 1.167 harutúrunum, sum vórðu gjørdir kring landið í 2014. Í leitifeltum ber til at avmarka leitingina, so úrslitini einans verða víst fyri eina ávísa oyggj, eina ávísa bygd ella hagapart. Eisini ber til at skipa úrslitini eftir dato, ella á hvørjum túrum, flestar harur vórðu skotnar.

SJÁLVBOÐI ARBEIÐI

Tað eru teir báðir vestmenningarnir, John Johannusen, sum lesur verkfrøði á DTU í Keypmannahavn og Rói Holgarsson, sum lesur KT-verkfrøði á Fróðskaparsetrinum, sum hava ment síðuna. Teir hava sjálvir boðið seg fram at gera síðuna, og alt arbeiðið er gjørt uttan peningaliga samsýning.

FYRIBILS NAVN Á HEIMASÍÐUNI

Núverandi navnið á heimasíðuni (http://hs.kodi.fo/home) er bert fyribils. ??tlanin er, at heimasíðan seinri skal liggja undir navninum ???Haran.fo???, men hetta navnið er ikki klárt enn. Navnið er bílagt, men í Føroyum tekur tað ein mánað at fáa eitt heimasíðunavn góðkent av myndugleikunum. Navnið ???Haran.fo??? verður tí væntandi ikki klárt fyrr enn í í seinru helvt av november mánað. Til tað tíð verður navnið ???hs.kodi.fo??? brúkt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder