Seinasta kvøldið á Heystleguni 2013 savnaðust leguluttakararnir og liðleiðararnir í nýggju, stóru høllini og sungu kórið ???Lat gleðiboðskap frá Zarepta blaktra út???.
Hetta var ein serstøk løta, tí hetta var fyrsti felagssangurin, sum er sungin í nýggja Zarepta-bygninginum. Samstundis var hetta seinasta kvøldið á seinastu Zarepta-leguni í árinum 2013. Fyri nakrar av leguluttakarunum var hetta eisini seinasta legan, tey hava aldur at vera á ungdómslegu í Zarepta.
Heilt frá byrjan av hesum barna- og ungdómslegunum í 1965 hevur tann glaði felagssangurin um frelsu og frið við trúgv á Harran Jesus Kristus havt ein sentralan leiklut á legunum og hevur sett sín serliga dám á legurnar.
Tí var var stuttligt at sleppa at royna ein ???Zarepta-sang??? í nýggju, stóru høllini, sum er partur av nýggja gentu-húsinum, sum er í gerð. Og tað kendist nátúrligt at velja kórið ???Lat gleðiboðskap frá Zarepta blaktra út??? sum tann fyrsta felagssangin.
Um Harrin vil, og vit liva, er ætlanin, at nýggju kømurini til gentuliðini, sum eru partur av nýggja bygninginum, verða tikin í brúk komandi summar.
Síggj filmsbrotið við at trýsta her!
Kelda: zarepta.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald