Vinna

Fyrsta tvíkiljan farin til Hetlands

...

2015-06-30 01:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Skotska alifyritøkan Cook Aquaculture Scotland er farin at keypa alibátar frá KJ á Kamsdali. Ein tvíkilja er nú latin til eitt alibrúk í Hetlandi, og aftur ein verður í heyst latin til eitt alibrúk hjá fyritøkuni í Orknoyggjum.

Seinnapartin í gjár loysti tvíkiljan Sapphire av Fuglafirði og setti kós móti Unstinum í Hetlandi, haðar hon kom í dag.
Sapphire er hin fyrra av tveimum tvíkiljum, sum skotska alifyritøkan Cook Aquaculture Scotland hevur bílagt frá KJ á Kambsdali.
Sapphire skal brúkast á alistøðini hjá Cook Aquaculture Scotland í Uyeasound á oynni Unst í Hetlandi, og hin seinna tvíkiljan, sum verður latin fyritøkuni í heyst, skal brúkast á einum alibrúki í Orknoyggjunum.
Cook Aquaculture Scotland hevur eini 15 alibrúk í Hetlandi og eini 10 í Orknoyggjunum.
David Brown, sum er økisleiðari hjá Cook í Hetlandi, fekk formliga handað tvíkiljuna í Fuglafirði í seinastu viku, og hann er væl nøgdur.
- Vit hava glett okkum til at fáa hesa nýggju tvíkiljuna úr Føroyum. Hon orkar væl, og so ivist eg ikki í, at hon eisini ber seg væl í sjónum ??? tá hon kann brúkast í Føroyum við tí veðrinum, sum her kann vera, so riggar hon eisini í Hetlandi, sigur hann.
Tær báðar tvíkiljurnar til Cook Aquaculture Scotland eru av slagnum KJ 1400-700. Tær eru 14 metrar langar og sjey metrar breiðar og eru útgjørdar við krana, sum lyftir 32 tons.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder