JN

Fyrsta sildalastin í ár

...

2017-07-01 11:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Norðingur kom á Kollafjørð í gjár við 700 tons av sild, sum teir landa til Faroe Pelagic í Kollafirði, tað er samstundis fyrsta sildalastin, sum verður landað í summar.

Norðingur hevur roynt í landnyðring úr Fugloynni.

Teir verða liðnir at landa um 15-tíðina í dag, teir fara tá aftur á sildaveiðu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder