Vinna

Fyrsta línuskipið er farið at sigla heim av Flemmish Cap

...

2016-02-10 17:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kambur setti 2. januar kós vesturyvir móti Flemmish Cap. Kambur hevur landað eina last í Saint Pierre, tað gjørdu teir 24. januar, tá teir landaði 200 tons av avhøvdaðum toski.

Kambur hevur sum fyrsta línuskipið av teimum ið royna á Flemmish Cap, sett kóst aftur móti Føroyum, teir hava 220 tons, og kunnu væntast í Føroyum um eina góða viku.

Tað eru 16 mans við Kambi, skipari er Mortan Mortensen.

Les eisini: Línuskipini fara at sigla heim av Flemish Kap.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder