2016-08-20 09:27
Tað hevur ikki vereið arbeiði á Varðin Pelagic síðan 3. mars, men í morgun hava tey fingið arbeiðsboð.
Finnur Fríði, sum hevur roynt í altjóða sjógvi norðanfyri, kom kl. 3 í nátt á Tvøroyri við 350 tonsum av makreli, sum teir landa í morgun.
Tey føroysku skipini eru øll komin suður aftur í føroyskan sjógv og leita norðanfyri - har eru Jupiter, Fagraberg, Christian í Grótinum, Næraberg, Kappin, Fram og Tróndur í Gøtu, eisini er okkurt russiskt skip í føroyskum sjógvi.
Fleiri russisk skip eru í altjóða sjógvi norðanfyri føroyska markið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald