
Komandi fríggjadag letur eitt innandura spæliland upp í Tórsgøtu 11 í Tórshavn. Hetta er fyrsta spæliland av sínum slag í Føroyum, og stigtakarar eru Sp/f Tatanka, sum seinastu 20 árini hevur fyriskipa undirhaldi til børn.
??keypis fyrsta vikuskifti
Vit koma at hava eitt roynarvikuskifti nú komandi fríggjadag og leygardag, vit vilja gjarna bjóða øllum áhugaði forbí at royna spælilandi fríggjadagin kl.17-21 og leygardagin kl.14-21 ókeypis, eisini koma vit at bjóða ókeypis kaffi, te, sunkist og heimagjørdar donuts
Hava fingið nógvar fyrispurningar
???Vit hava javnan fingið fyrispurningar frá fólki, stovnum og øðrum viðskiftafólkum um hví vit ikki kunnu gera eitt innandura spæliland í Tórshavn, tí tað er ein sannroynd, at veðurlagið er ein avbjóðing fyri uttandura spæliland ein stóran part av árinum. Vit hava seinasta árini arbeitt við ymsum møguleikum, og vóru eitt skifti í samráðingum við Tórshavnar Kommunu, um at brúka fimleikahøllinar í gamla Kommunuskúlanum til endamálið. Tað spurdist tó onki burturúr tí ætlanini, men nú hava vit so endiliga fingið eini hølir í miðbýnum til endamálið. Spælilandið verður í hølum okkara í Tórsgøtu 11, sum ikki verða brúkt stóran part av vikuni, og tí er tað eitt upplagt høvi at brúka hølini til innandura spæliland teir dagarnar í vikuni, tá hølini annars ikki verða brúkt???,sigur Sigfríður á Plógv stjóri í Tatanka
Spælilandi verður umleið 150 fermetrar til víddar, og kemur m.a. at hava nakrar hoppiborgir, og ein grulvigarð til tey minni børnini. Eisini verður møguligt at fáa okkurt at eta og drekka.
Væl bíligari enn uttanlanda
???Vit hava vitja nógv líknandi innandura spælipláss uttanlanda, fyri at fáa íblástur. Okkara innandura spæliland verður ikki líka stórt sum onnur vit hava sæð, men vit meta at hetta kann verða ein góð byrjan, og vit ætla eisini at tað skal verða væl bíligari enn tað ið tað kostar uttanlanda. Á nógvum støðum vit hava vitja, hevur kostnaðurin ligið um 150 kr fyri hvørt barnið, og tað er eisini vanligt nógvastaðni, at tey vaksnu sum fylgja við børnunum eisini skulu gjalda atgongumerkið. Vit vilja tó sum sagt gera tað væl bíligari, og kostnaðurin hjá okkum kemur at verða 69 kr fyri hvørt barnið fyri tveir tímar, meðan tey vaksnu ikki skulu gjalda fyri at koma inn. Uppætingartíðinar verða hóskvøld, fríggjakvøld, leygardag og sunnudag, og verður aldursmarki 0-8 ár,leggur Sigfríður á Plógv Hansen afturat
???Vit vóna, at hetta innandura spælilandi fær góða undirtøku og at gerst eitt íkast til ymisku tilboðini til børnini í Føroyum???, sigur Sigfríður á Plógv at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald