2015-06-02 00:58
Ryssan, Døgg á Signabøgarði, hevur folað eitt hestfyl. Tá fylið varð folað, var so kalt úti. Tí varð tað tikið inn og latið í troyggju.
Døgg var ein av ryssunum, sum luttóku í árligu verkætlanini "Summer of Love 2014", sum Felagið Føroysk Ross skipaði fyri.
Hon varð, saman við ørðum ryssum, kannað og viðgjørd í lívmóðrini og hetta hevur nú givið úrslit.
Felagið luttók eisini á djórðadøgunum í Havnadali, sum Føroya Ríðingarfelag skipaði fyri. Har vóru tríggjar ungryssur kannaðar, og nú bíða vit í spenningi eftir úrslitunum av royndunum, ið verða viðgjørdar á Heilsufrøðisligu starvsstovuni.
Vit fegnast saman við eigarunum Dortheu Joensen, sum eigur Døgg, og Tróndi Leivssyni, sum eigur greðingin Bello.
Til ber at síggja meira um arbeiði felagsins á www.ffr.fo ella at fylgja okkum á facebook.???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald