2013-07-28 13:34
Í morgun eru hampulig floglíkindi, tað er stilt, men eitt sindur av toku, tó ikki so at tað nervar flogferðsluna.
Tað fyrsta flogfarið lendi kl. 8.11 og tað næsta lendir kl. 9 - tað er flogfarið úr Billund, sum var avlýst í gjárkvøldið.
Íalt skulu 12 flogfør avgreiðast um Vága Floghavn í dag, tað seinasta kemur úr Keypmannahavn kl. 23.25 í kvøld.
SÍ eisini: http://www.fae.fo/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald