Komandi vikuskifti skipar Badmintonsambandið saman við Havnar Badmintonfelag fyri Junior Faroe Islands Open 2016, sum er ein ungdómskapping í badminton, har leikarar úr øðrum londum eru boðin við. Hetta er fyrstu ferð í nýggjari tíð, at ein badmintonkapping verður skipað við altjóða luttøku.
Sigast má, at undirtøkan er góð. Av teimum 60 luttakarunum er helmingurin ung úr Íslandi og Grønlandi, sum koma at kappast móti bestu føroysku badmintonleikarunum í aldursbólkunum U15 og U17/U19. Hesa ferð verður soleiðis talan um eina kapping millum bestu ungu leikararnar úr teimum trimum londunum í útnorði, men ætlanin er at fyriskipa kappingina sum eitt afturvendandi tiltak, har leikarar úr fleiri øðrum londum eisini verða boðin við.
???Vit hava ein blómandi ungdóm innan badminton í Føroyum, sum støðugt skal hava nýggjar og størri avbjóðingar??? sigur Erik Engelbrecht Thomsen, formaður í BSF og høvuðsfyriskipari. ???Høga støði millum ungu leikararnar sæst eisini aftur á ársins finaludegi herfyri, tá tað vóru ungir leikarar, sum stóðu ovast á sigursskamlinum hjá bæði kvinnum og monnum í meistarabólkinum fyri einstaklingar. Tí síggja vit tað sum eina av týdningarmestu uppgávunum fyri okkum í felagnum at syrgja fyri, at dugnaligu og framfýsnu ungu leikararnir fáa nýggjar altjóða avbjóðingar. Higartil hevur hetta einamest verið við luttøku í kappingum uttanlands, men nú skipa vit eisini fyri kapping her heima.???
Kappingin komandi vikuskifti verður í Badmintonhøllini í Tórshavn leygardagin og sunnudagin, har áskoðarar eisini fáa møguleika at síggja spennandi dystirnar millum dugnaligu ungu leikararnar. Badmintonsambandið og Havnar Badmintonfelag skipa fyri kappingini í Badmintonhøllini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald