Mentan

Fyrrverandi muslimur, nú kristin, vitjar Bíbliufelagið

...

2015-03-10 16:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyska Bíbliufelagið fær vitjan av einum sera áhugaverdum persóni, sum er flótti og fyrrverandi muslimur úr Iran og nú valkirkjuprestur í donsku fólkakirkjuni.


Í sambandi við aðalfundin hjá Føroyska Bíbliufelagnum, sum verður 12. mars í Kelduni í Skálafirði, hevur Bíbliufelagið boðið Massoud Fouroozandeh til Føroya at hava fyrilestur.

Massoud er ein spennandi persónur. Hann er føddur í Teheran í Iran í 1970 og er fyrrverandi muslimur. Sum blaðungur drongur flýddi hann úr Iran eftir kurdisku fjøllunum, skaddur og á tveimum høkjum, til Turkalands og víðari til Danmarkar, har hann gjørdist kristin og fór at lesa gudfrøði.

Í 1997 stovnaði hann missiónsrørsluna "Church of Love", við deildum í Keypmannahavn, Odense, ??rhus og Malmø.

Í 2014 varð "Church of Love" góðkend sum valmeinigheit av danska kirkjumálaráðnum. Sostatt er Mossoud fyrsti prestur í Danmark, sum er umvendur frá islam til kristindómin.

Massoud hevur skrivað 3 bøkur: "Global Jihad - islams sjette søjle", "Den forbudte frelse" og "Islam og Kristendom".

Almennur fyrilestur: Frá islam til Kristus
Í sambandi við aðalfundin hjá Bíbliufelagnum, verður almennur fyrilestur í Kelduni í Skálafirði hóskvøldi 12. mars kl. 20.00, har Massoud Fouroozandeh fer at tala um evnið: "Mín leið frá Islam til Kristus." Høvi verður eisini at seta Massoud spurningar. ??ll eru hjartaliga vælkomin!

Aðalfundur

Árligi aðalfundurin hjá Bíbliufelagnum, við frágreiðing frá arbeiðinum, framløgu av roknskapi og vali verður í Kelduni 12. mars kl. 19.00. Høvi verður at tekna seg sum lim í Bíbliufelagnum. Skráin kann lesast á heimasíðuni www.biblia.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder