2017-08-18 10:28
Fyrrverandi løgtingsmennirnir Marius Dam og Jóanis Nielsen harta Hendrik Old fyri handfaringina av P/f Vágatunlinum.
Sum fyrrverandi løgtingslimir, ið vóru við til at samtykkja báðar undirsjóvartunlarnar hava vit hesar viðmerkingar:
- Hendrik Old sigur beinleiðis ósatt fyri føroya fólki og Løgtingi. Tað sæst m.a. greitt í lóg nr 14 frá 2002, har Hendrik Old sjálvur hevur atkvøtt fyri at tunlarnir skulu gerast partur av vanliga vegakervinum hjá landinum tá lánini eru útgoldin.
- Hansara ætlan um at partapeningurin skal gjaldast aftur er heilt burturvið, og vísir at hann bert roynir at leggja fótonglar út fyri Vestur- og Norðurøkið. Veruleikin er, at hann ætlar at krevja uml 400 milliónir krónur í partapeningi umframt raksturin av tunlunum. So talan er um heilt nýggjar mannagongdir og óhugnaliga skattainnkrevjing, sum vit als ikki koma at góðtaka.
- Lánini er nú afturgoldin í bæði Vága- og Norðoyatunlunum. So Hendrik Old skal bert avtaka gjaldið beinanvegin í báðum tunlunum. Alt annað er lógarbrot.
- Tað er rætt, at undirritaðu løgdu fram eitt uppskot um at avtaka MVG í smb brúkaragjald til Vágtunnilin. Tað gjørdu vit, tí vit ynsku at lánini skuldu gjaldast aftur skjótast gjørligt. Karsten Hansen kom við líknandi og betri uppskoti, og tí tóku vit okkara uppskot aftur og atkvøddu saman við m.a. Hendrik Old fyri uppskotinum hjá Karsten Hansen, har greitt stóð, at Vágatunnilin skuldi í vegakervið hjá landinum tá ið lánið varð afturgoldið.
- Í lógini um Eysturoyar- og Sandoyartunnilin kemur greitt fram, at tá lánini eru afturgoldin verður partafelagið strikað ??? og tí verður gjaldið strikað í hesum tunlum beinanvegin lánini eru afturgoldin.
- Vágafólk og Norðoyingar krevja at fáa somu viðferð sum aðrir føroyingar tá vit koyra á vegakervinum. Og vit krevja at lógin og avtalan verða hildnar.
Heilsan Marjus Dam og Jóanis Nielsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald