Vinna

Fyrrverandi Lækkaklettur úr Miðvági rendi á land

...

2016-08-25 08:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

www. vagaskip hevur sent okkum:

Seint týskvøldið rendi fyrrverandi Lækkaklettur úr Miðvági, sum í dag eitur Runavik GG44 og hevur heimstað í Fiskebäck í Svørríki á land uttanfyri fiskaríhavnina í Björkö.

Orsøkin til hví hetta hendi er enn ógreið, men skipið dreygaði knappliga í stýriborð, beint áðrenn innsiglingina til fiskaríhavnina í Björkö sum liggur uttanfyri Torslanda. Tað var eingin mannskaði tá Runavik silgdi á land og tað var ongantíð nakar vandi á ferð undir hendingini.

Runavik er kendur sum ein av teimun 9 polakkunum sum blivu bygdir til Føroyar í 1976 og ???77.

Runavik er upprunaliga bygdur sum Lækkaklettur VA6, við heimstaði í Miðvági, og eigari var eitt felag hjá Godtfred Joensen, skipið bleiv latið eigaranum í 1976 frá skipasmiðjuni Szczecinska Stocznia í Stettin í Póllandi.

Í 1979 bleiv Lækkaklettur seldur inn á Strendir og fekk navnið Høgiklettur FD628. Og longu í 1982 kom skipið ???heimaftur??? tá tað bleiv keypt til Sandavágs og fekk navnið Vágaklettur VA286.

Í 1985 keyptu vestmenningar Vágaklett, og góvu honum navnið Neptun, Neptun partrolaði við ein annan ???polakk??? nevniliga Vesturleika, sum sama felag í Vestmanna keypti úr Sørvági.

Svenkarar keyptu skipið í 1991 og lógu longi á Runavík og riggaðu til, tað er helst frá hesi tíðini teir hava fingið sær navnið Runavik til skipið.

Tað var í 1974 at P/F Marknaðarrøkt var sett á stovn , og lat teir 9 Polen-línubátarnar byggja.

Hetta var ein røð av systurskipum uppá 9, millum mannað, vanliga kallaðir ???polakkarnir???.

Skipini blivu bygd í Stettin í Póllandi, sum línu- og garnaskip, nøkur blivu umbygd til trolara seinni.

Tað serstaka við hesari skipatypu var at 4 av 9 skipum vóru heimahoyrandi í Vágum, sum nýbygningar.

Teir komu í hesari røð:

1. Vaðhorn til Eiðis

2. Bláfossur til Tvøroyrar

3. Hamraberg til Miðvágs

4. Lækkaklettur til Miðvágs

5. Mascot til Toftir

6. Núpur til Klaksvíkar

7. Heldarstindur til Sandavágs

8. Vesturleiki til Sørvágs

9. Hagaleiti til Leirvíkar

Í dag eru bara Mascot og Sigmund fyrrverandi Vaðhorn eftir í føroyska fiskiflotanum.

Myndir: Hasse Karlsson, Johan Go??thesson, Eddi Leyni, Páll Hellu

www.vagaskip.dk

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder