Atlantsfarið úr Miðvági, sum í dag eitur Regina Caelis liggur sokkin við kai í Portaferry í Norður-Írlandi.
Tað var tann 27. januar at Regina Caelis sakk í Portaferry, í deilstatinum County Down, sum liggur í landsynningspartinum av Norður-Írlandi.
Regina Caelis fyrrverandi Atlantsfarið úr Føroyum, hevur ligið svínabundið við kai í Portaferry seinasta hálvt annað árið, heilt fram til skonnartin sakk niður við kaiini. Mynduleikarnir á staðnum leggja nú ætlanir um, hvussu skonnartin skal fáa á flot aftur og flytast burtur. Tað vóru 1000 litrar av gassolju í skipinum, sum høvdu dálking við sær í náttúruvakra økinum Strangford Lough sum er náttúruverndarøkið við altjóða viðurkenning.
Tað seinasta úr Norður-Írlandi er, at núverandi eigarin William Mulhall hevur sent donsku drotningini ein teldupost og biði um hjálp, sum ein roynd at bjargað skonnartini. (tí skipið er bygt í Danmark?). Annars hevur eigarin verið í samband við fleiri seglskip-áhugaðar um peningaliga stuðul, men enn uttan úrslit.
Tað var í 1978 at ein tónleikaproffessari úr Eysturríki keypti Atlantsfarið frá miðvingum, eftir at tað hevði ligið fyri teym á Vestmanna í fleiri ár. Hann og konan riggaðu til í eitt longri tíðarskeið við kai í Vestmanna. Tey silgdu við tær bretsku oyggjarnar og vóru nógv at síggja í Hetland, Orknoyggjunum og Hebridunum. Regina Caelis lá í Suður-Onglandi um veturin.
Grunnleggjandi útgerð umborð, so sum el-talvur, maskinrúm og umstýring er í upprunastandi, sambært Axel Skoubo, sum í fleiri umførðum hevur verið umborð á vitjan tey seinnu árini.
Ein lýsing av Regina Caelis fyrrverandi Atlantsfarinum pr. í dag ljóðar soleiðis: 3-mastra skonnart bygd í 1936 í Danmark, 108 føtur long og 40 føtur langt bógspryd og 10 segl. Maskinan er ein BMA sum er sett í skonnartina í 1955.
Skonnartin Atlantsfarið er bygd í 1936 hjá K.Andersen í Frederikssund í Danmark til felag í Klaksvík, sum J.F.Kjølbro reiðari og J.C.F.Isaksen skipari áttu. Atlantsfarið hevði KG452, í 1949 stendur einkjan eftir skiparan Anna K.Isaksen sum reiðari.
Í 1962 keypa Hans Hansen ???Hassurin??? og synir Atlantsfarið VA75 til Miðvágs, og brúktu skonnartina sum bátaskip í Grønlandi, aftaná góðu royndirnar við skonnartini Mars sum bátaskip, sum teir eisini áttu.
Fyrst í 70unum bleiv Atlantsfarið løgd fyri teym á Vestmanna og lá har fram til 1978, tá eysturríkarin keypti og gav skonnartini navnið Regina Caelis, sum enn ber sama navn og sum áður nevnt, nú liggur sokkin við kai í Portaferry í Norður-Írlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald