Politikkur

Fyrispurningur um útskrivaði vápnaloyvir

...

2017-04-04 08:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður: Fyrispurningur um útskrivað vápnaloyvir, settur Aksel V. Johannesen, løgmanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1.Er talan um tvey sløg av loyvum, A og B?

2.Kann løgmaður greiða frá, hví vápnaprógv verður útskrivað við átekningini ???Vápnaprógv ??? uttan vápnatrygdarkeið????

3.Hvørji framíhjárættindi hava vápnaprógv við vápnatrygdarskeiði?

4.Fer løgmaður at taka stig til at burturbeina átekningina, ???uttan vápnatrygdarskeið????

Viðmerkingar:

Fyri at fáa skipað viðurskifti og av trygdarávum eru broytingar framdar í vápnalógini. Møguleiki hevur eitt tíðarskeið verið hjá øllum borgarum, ið áttu ólóglig vápn, at teir kunnu lata hesi inn á øll løgreglustøðum kring landið við einari seinastu freist, uttan at verða revsaðir. Somuleiðis verða øll skotvápn skrásett, og vápnaloyvi krevst fyri at nýta hesi.

Undir viðgerðini av lógaruppskotinum vóru nógvar viðmerkingar. Breið semja var um, at persónar, ið høvdu eina reina revsiváttan, høvdu nátt ávísan aldur, áttu skotvápn og høvdu fingið royndirnar í lívsins skúla, ikki nýttust at taka skeiðið, fyri at fáa útskrivað vápnaprógv. Grundgeving var, at royndirnar kundu javnmetast við skeiðið.

Antin hevur ein persónur vápnaprógv, ella hevur hann tað ikki. Tí tykist tað margháttligt, at hava hesa viðmerkingina, ???uttan vápnatrygdarskeið??? við í próvnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder