Hví er einki gjørt fyri at bøta um ferðslutrygdina um Haraldssund?
Jógvan Skorheim, løgtingsmaður, hevur sett fyrispurning til Hendrik Old, landsstýrismann.
Í fyrispurningi sínum greiður Jógvan Skorheim, løgtingsmaður frá, at kalla einki er gjørt í sambandi við byrgingina um Haraldssund síðani hon bleiv tikin í nýtslu í 1986, og at tryggleikin at ferðast eftir byrgingini á flóð og hørðum høgættarstormi á vetrartíð er als ikki nøktandi.
Lív og heilsu í váða
Tað er ikki so sjáldan, at fólk halda seg aftur, ella mugu passa sær løtur ??? at fara um byrgingina í ringum líkindum.
Jógvan Skorheim, løgtingsmaður ger greitt, at tað er skjótt, at onkur steinur, reki ella t.d. fiskakassar koma slongjandi upp um byrgingina og verða til stóran ampa, og at farleiðin er ikki nóg trygg hjá teimum, sum dagliga ferðast um byrgingina.
Ynski er í fyrsta lagi at farleiðin verður dagførd, soleiðis at fólk ikki seta lív og heilsu í váða við at koyra eftir byrgingini í ringum líkindum.
Stutt og greitt - eina tryggari farleið
Ynski er stutt og greitt eina tryggari farleið enn hana, sum er í dag, sigur Jógvan Skorheim, løgtingsmaður í fyrispurningi sínum.
Verður einki gjørt, má roknast við stórum enduríløgum at endurreisa byrgingina, sum nú 31 ár eftir at hon var tikin í nýtslu ikki er dagførd, og tí til stóran ampa fyri fólk á t.d. vetrar degi.
Skal takast í álvara
Tað almenna hevur ábyrgdina av byrgingini, og at ferðslan kann fara fram á nøktandi hátt fyri samfelagið.
Tá talan er um menniskja lív, er neyðugt at almenni myndugleikin sum eigur ábyrgdina, eigur at taka hetta í álvara, og ikki einans letur standa til. Tað snýr seg um ferðslutrygd, sum eigur at setast í fremstu røð, og sum almenni myndugleikin eigur ábyrgdina av, sigur Jógvan Skorheim, løgtingsmaður at enda í fyrispurningi sínum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald