Politikkur

Fyrispurningur um íløgur og viðlíkahald

...

2017-04-21 14:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður spyr Hendrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum um íløgur og viðlíkahald av havnarløgum á útoyggj.

1.Kann landsstýrismaðurin upplýsa.Hvørjar umsóknir/ynskir um nýíløgur, ábøtur og viðlíkahald, eru seinastu 4 árini móttiknar frá kommunalu myndugleikunum vegna Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Skúvoy, Mykines og Hest?

2.Hvat er gjørt hetta tíðarskeiðið í nevndu oyggjum?

3.Einasta samband við útoyggjar er kaisíðan og tyrlupallarnir. Metir landsstýrismaðurin ikki, at tað er ein almenn uppgáva at dagføra og viðlíkahalda hesar alneyðugu íløgur á havna-løgunum s.s. fendarar, ábøtur og nýgerð?

4.Í karmalógini eru útoyggjar ikki nevndar. Hvørjar íløgur og ábøtur á samferðsluøkinum eru ætlanir at fremja her komandi 4 árini?

Fyrispurningurin kann lesast niðanfyri:

Nr. 73/2016

Kári P. Højgaard,

Løgtingsmaður

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um íløgur og viðlíkahald av havnarløgum á útoyggj, settur landsstýris-manninum í samferðslumálum, Hendrik Old (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa.Hvørjar umsóknir/ynskir um nýíløgur, ábøtur og viðlíkahald, eru seinastu 4 árini móttiknar frá kommunalu myndugleikunum vegna Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Skúvoy, Mykines og Hest?

2. Hvat er gjørt hetta tíðarskeiðið í nevndu oyggjum?

3. Einasta samband við útoyggjar er kaisíðan og tyrlupallarnir. Metir landsstýrismaðurin ikki, at tað er ein almenn uppgáva at dagføra og viðlíkahalda hesar alneyðugu íløgur á havna-løgunum s.s. fendarar, ábøtur og nýgerð?

4. Í karmalógini eru útoyggjar ikki nevndar. Hvørjar íløgur og ábøtur á samferðsluøkinum eru ætlanir at fremja her komandi 4 árini?

Viðmerkingar

Í karmalógini 2018 til 2022 sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at tað gongur væl í Føroyum. Ongantíð eru so nógvur peningur komin í almenna kassan og rakstrarúrslitið áðrenn íløgur verður mett til 660 mió. í 2018.

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur fráboðað nógvar dýrar ætlanir um ábøtur til bygdir í útjaðaranum, har tunlar í fleiri førum fara at avloysa vegir sum liggja í hálendi og eru sera vandamiklir í hálku og illveðri á vetrartíð.

Umframt stóru tunnilsverkætlanirnar er ætlanin at játta 7 mió. til eitt tunnilstoymi undir LV, sum eftir ætlan skal bora einar 700 metrar av tunli árliga, til smærru bygdirnar.

Vegirnir kring landið ið samanbinda bygdir og býir, (í summum førum vegir partvís gjøgnum bygt øki), hava verið roknaðir sum landsvegir, t.v.s. landið eigur vegirnar og heldur teir. Tyrlupallarnir eru ein almenn íløga og sjálvsagt kann ein rokna havnarlagið sum motorvegin út í heim fyri borgarar á útoyggj, á sama hátt sum flogvøllurin er tað fyri allar føroyingar.

Tað er at fegnast um, at liviumstøðurnar batna í útjaðaranum. Fleiri enn 80% av Føroya fólki hevur møguleikan at ferðast í bili til hvønn annan. Hendan møguleikan hava útoyggjafólk ikki, og gerandisdagurin hjá teimum hevur heilt aðrar avbjóðingar. Um t.d. skúvoyingar ætla sær ein túr inn á "meginlandið", er neyðugt at nýta tvær ferjur og minst tveir bussar hvønn vegin.

Vit eiga at leggja til merkis, at fólkatalið í Føroyum veksur samlað, men tað minkar á útoyggj.

Sum politikarar hava vit ábyrgdina, at skapa góðar karmar og bestu umstøður kring alt landið, og øll eiga at fáa ágóðan av búskaparvøkstrinum.

Fyri at kunna betra um viðurskiftini á útoyggj er neyðugt, at vit kenna ynskini og tørvin hjá búfólkunum, tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum.

Á Løgtingi, 19. apríl 2017

Kári P. Højgaard

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder