Politikkur

Fyrispurningur um almennar húsaognir og størv kring landið

...

2016-04-15 10:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú vil Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Nýtt Sjálvstýri hava greiði á hvussu almennu húsaognirnar verða nýttar, hvussu nógv alment lønt starvsfólk arbeiða kring landið og hvussu stórar almennu lønarútgjaldingarnar eru.

Fyrispurningurin er settur landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss.

Greina veruleikan

Í viðmerkingunum skrivar Kári P. Højgaard tingmaður, at um vit vilja varðveita okkara oyggjasamfelag, so fólk eisini í framtíðini velja sær bústað uttan fyri meginøki, krevst, at almenn arbeiðspláss í størri mun verða løgd kring landið.

Hann er sannførdur um, at ein uppgerð av virkseminum, knýtt at húsaognunum, almenna tørvinum á leigubygningum og útgjald av almennum lønum, býtt út á sýslurnar, at fara at greina veruleikan.

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um almennar húsaognir kring landið, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Góðu tit.

Ynski at seta avvarandi landstýrismanni hendan fyrispurningin. Um tað ikki ber til at greina svarið í sýslum, kundu kommunalu samstarvsøkini verði nýtt í staðin.

1. Kann landstýrismaðurin upplýsa fermetratalið á almennum húsaognum við virk­semi, býtt á tær seks sýslurnar í Føroyum?

2. Samlaða fermetratalið á leigaðum húsaognum, nýttar til alment virksemi, sum tað er í hvørjari av teimum seks sýslunum?

3. Fermetratalið á sjálvsognarstovnum í sýslunum, har landið rindar kostnaðin?

4. Hvussu nógv alment lønt starvsfólk arbeiða kring landið, uppgjørt eftir sama myndli, í hvørjari av sýslunum?

5. Hvussu stór er almenna lønarútgjaldingin, býtt eftir sama myndli, í hvørjari sýslu sær?

Viðmerkingar

Um vit vilja varðveita okkara oyggjasamfelag, so fólk eisini í framtíðini velja sær bústað uttan fyri meginøki, krevst, at almenn arbeiðspláss í størri mun verða løgd kring landið. Tær gomlu sýslurnar kundu verið eitt gott boð, har politiska skipanin valdi at styrkja økismenningina við almennum arbeiðsplássum.

Vællønt almenn arbeiðspláss krevja ofta góða útbúgving og servitan. Sjálvsagt verða tey flestu av hesum størvum løgd í høvuðsstaðnum á sama hátt sum í okkara granna­londum. Hinvegin er alneyðugt at hugsa um allar Føroyar. Tað kann politiska skipanin gera við at skapa/leggja førleikakrevjandi almenn arbeiðspláss kring landið.

Býtið av teimum seks sýslunum kundi verið eitt gott boð at greina, hvussu býtislut­fallið av almennum arbeiðsplássum er í dag, og um nøkur oyggj er afturúrsigld í mun til onnur øki. Tí fer ein uppgerð av virkseminum, knýtt at húsaognunum, almenna tørvinum á leigubygningum og útgjald av almennum lønum, býtt út á sýslurnar, at greina veruleikan.

Um tað ikki ber til at greina svarið í sýslum, kundu kommunalu samstarvsøkini verið nýtt í staðin.

Á Løgtingi, 15. apríl 2016

Kári P. Højgaard

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder