Vinna

Fyrispurningur til landsstýriskvinnuna í Heilsumálum um cannabis

...

2017-02-21 09:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Landsstýriskvinnan verður biðin upplýsa løgtinginum, um føroyski heilsumyndug-leikin hevur ætlanir um at bjóða føroyskum sjúklingum somu royndarskipan við cannabisúrdráttum, sum danska fólkatingið hevur samtykt at bjóða donskum sjúklingum.

Viðmerkingar:

Í nov. í fjør samtykti danska fólkatingið, at danskir sjúklingar frá 2018, í eini royndarskipan, ið skal varða í 4 ár, fara at fáa møguleika at verða viðgjørdir við nattúrligum cannabisúrdráttum.

Talan er ikki um generella nýtslu, men um nýtslu til ávísar sjúklingar við ávísum nærri nágreinaðum sjúkueyðkennum, nevndir verða sclerosusjúklingar og krabbameinssjúklingar.

Mong av hesum stríðast við pínu og onnur symptomir, sum vanligur heilivágur illa megnar at hjálpa, umframt at svár hjáárin kunnu standast av traditionellu heilivágum í teim stóru nøgdum, sum lætt kunnu krevjast.

Umframt pínunívdar sjúklingar fáa eisini krabbameinssjúk í kemo ella stráluviðgerð, ið mangan stríðast við etingartrupulleikar vegna vaml og spýggju, høvið at royna hesar úrdráttir.

Viðmerkjast skal, at í løtuni hava einana føroyskir serlæknar innan ávís øki møguleika at ordinera teir cannabisheilvágir, sum í dag eru tøkir.

Sum nevnt er ikki talan um, í hesari donsku royndarætlan, at gera cannabisúrdráttir fríar at brúka, tvørturímóti er talan um ein skipan, sum skal umsitast av læknum og veitast ávísum væl nágreinaðum sjúklingabólkum á ein tryggan og lógligan hátt.

Royndarætlanin í Danmark væntast at fara at fevna um einar 1200 sjúklingar.

Jenis av Rana

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder