§52a-fyrispurningur til Høgna Hoydal frá Jógvan á Lakjuni
1. Hví noktaði Fiskimálaráðið Kambi at senda tey 50 tonsini heim í bingjum, tá ið lógin heimilar at gera undantak í slíkum ???force majeure líknandi umstøðum????
2. ??tlar landsstýrismaðurin at fáa broytt ásetingina um, at øll veiða skal um føroyskan kajkant í grein 49 í lógini um sjófeingi, til tað, sum hann sjálvur sigur, at hann ætlaði.
3. Um ikki - ætlar landsstýrismaðurin sær so at tulka ásetingina við skili og sunnari fornuft, soleiðis at fiskimenn, skip og samfelag kunnu fáa sum mest burturúr?
Viðmerkingar:
Tað var eitt vánaligt skoðsmál, skiparin á Kambi henda dagin gav teimum, sum í desember mánaði atkvøddu fyri tí nýggju fiskivinnuskipanini hjá landsstýrismanninum. Og vit mugu bara geva honum rætt, tí nú lógin er farin at virka, sæst alt greiðari, hvussu lítið høpi er í, og hvussu lítla føling og lítið forstáilsi Fiskimálaráðið hevur við fiskivinnuni.
Kambur hevði fingið eini 50 tons, tá ið teir máttu inn á Hafnarfjørðin við trupulleikum. Íslandskvotan hjá teimum er nakað størri enn til ein túr, men ov lítil til tveir túrar, og teir settu seg tí í samband við Fiskimálaráðið fyri at fáa loyvi at landa hesi 50 tonsini í Íslandi og flyta tey til Føroya í bingjum. Nýggja lógin er jú herd soleiðis, at øll veiða skal landast í Føroyum. Her var ikki talan um at selja veiðuna í Íslandi, men bara at flyta fiskin heim við øðrum skipi til landingar í Føroyum.
Ein og hvør skilir, at hetta er tað einasta skilagóða at gera, fyri at skipið kann fiska alla sína kvotu. Tað er jú høpisleyst at brúka olju til sigling í fleiri dagar umframt aðrar útreiðslur og tíð fyri at fara yvir aftur til Íslands bara eftir nøkrum fáum tonsum. Tað mátti eisini verið ímóti øllum umhvørvispolitikki at sigla 2 x 4 døgn við fiski, sum tað annars ber til at avreiða í Íslandi, har tað tekur 2-3 tímar at sigla inn.
Men her var einki at gera! Einki forstáilsi og eitt skilaleyst noktandi svar frá Fiskimálaráðnum, hóast lógin heimilar landsstýrismanninum at gera undantøk í ???force majeure líknandi umstøðum???.
Spyrjarin veit, at felagið Línuskip hevur sent skriv til Fiskimálaráðið viðvíkjandi landingum uttanlands, har víst verður á tað skilagóða í viðhvørt at kunna landa t.d. hýsu í Íslandi fyri at gagnnýta fiskin so væl sum gjørligt.
Sum dømi nevnir felagið, at á vári ber til at fáa góðar hýsutúrar vestan fyri Ísland. Teinurin at sigla hjá teimum smáu línuskipunum annan vegin í góðum veðri er upp til umleið 85 tímar (3 ½ samdøgur), og í ringum veðri kanska eini 4-5 samdøgur.
Tað er eyðsæð, at við ásetingini í § 49 í lógini um sjófeingi hava línuskip mist møguleikan at gagnnýta hýsuna til fulnar, tá ið tey fiska á leiðunum, sum eru longst úr Føroyum.
Hesi skipini hava drúgvar royndir at landa hýsu í Íslandi, serliga 3-5 daga gamla, góða, feska hýsu, sum eisini gevur besta prís. Hýsuprísurin í Føroyum hevur verið vánaligur seinastu árini, men tað hevur víst seg, at skipini við hepni og tilrættalegging kunnu fáa sera góðan prís fyri ta feskastu hýsuna í Íslandi.
Tað sigur seg tí sjálvt, at loyvt eigur at vera skipum at landa í Íslandi, um hetta er neyðugt vegna veður, sølu, prís og aðrar umstøður, tá ið tað undir ongum umstøðum loysir seg at sigla tann langa teinin til Føroya.
Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 12. mars 2018,
Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald