Politikkur

Fyrispurningur settur Bjørn Kalsø um seinking av Marknagilsdeplinum

...

2015-04-30 23:45 Author image
placeholder

Niðanfyri sæst fyrispurningur frá Gunvør Balle til Bjørn Kalsø

Grein 52a fyrispurningur settur Bjørn Kalsø um gongdina í bygging av Marknagilsdeplinum

1. Kann landsstýrismaðurin framvegis vátta, at Marknagilsdepilin verður klárur at taka í nýtslu við skúlaársbyrjan 2016?

2. Er gongd í byggingini í løtuni ella er arbeiðið steðgað upp?

3. Hvussu langt aftanfyri tíðarætlanina er byggingin í dag?

4. Hvat snúði roknifeilurin, sum tosað hevur verið um, seg um og hvussu ávirkar hann restina av byggingini?

5. Hvør hevur ábyrgdina av roknifeilinum og hvør ber ábyrgdina og kostnaðin av teimum seinkingum, ið fylgja í kjalarvørrinum av roknifeilinum?

6. Verður verkætlanin dýrari fyri landið og um ja, hvussu nógv?

Viðmerkingar:

Tíverri gerast leysatíðindini um at ein byggigøla er í væntu av Marknagilsdeplinum alt meira seiglívað.

Søgur um, at orsakað av roknifeili, skal trappan og høvuðskonstruktiónin teknast og dimensjonerast av nýggjum og nógv sterkari, og hetta hevur ávirkan á prís- og tíðarætlanina av allari byggiverkætlanini. Søgur um at byggjaríið stendur stilt vegna ósemju millum høvuðsverktakarar um ábyrgd av hægra byggikostnaðinum. Og søgur um at verkætlanin verður nógv seinkað og longu byrjar at líkjast eini gølu.

Vónandi kann landsstýrismaðurin avsanna leysasøgurnar og vónandi fáa vit ein Marknagilsdepil til tíðina, sum vit øll í semju kunnu gleðast um.

Gunvør Balle

30. Apríl 2015

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder