2015-12-11 23:19
Fyrireikingarnar til stóra jóla dagin í Bø leygardagin 12 desember eru nú í hæddini. Bíggjarfólk hava verið sera røsk og hjálpsom, og hava tey gjørt nógv burtur so dagurin verður so hugnaligur og Bøur verður ein røtt jólabygd. Tey fara at bjóða øllum gestunum ókeypis te/kaffi, vaflur og suppu. Eisini hava tey fingið gongd í aftur gomlu mylluna sum fer at mæla bygg og hveiti til mjøl og baka breyð. Betlehemsfjósið er eisini gjørt klárt til Jesusbarnið, Mariu og Jósef, og hirðarnar. Alskyns djór eru eisini at finna inni í fjósinum og einglabørnini fara at syngja. Frelsunarherurin kemur at seta sín dám á við teirra eyðkenda hornblástri og nógvur tónleikur verður eisini ymsastaðni í bygdini.
Tað er Tunnilsdagur og somuleiðis ókeypis at sigla við ferjunum hjá Strandferðsluni, so vit vóna at kunna bjóða nógvum oyggjafólki eins og avbygdarfólki vælkomnum til Bíggjar at halda jól saman við okkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald