Ítróttur

Fyrireikingarnar ganga væl

...

2016-04-30 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tíðin nærkast spakuliga til ársins stóra fótbóltsdag á Tórsvølli, tá B36 aftur skipar fyri Intersport Summar Cup.

- Vit byrjaði at fyrireika Intersport Summar Cup 2016 nakað áðrenn jól, og ikki kann sigast annað enn, at fyrireikingarnar til kappingina ganga væl, sigur Andrass Thomsen, fyriskipari.

Intersport Summar Cup2016 verður leygardagin 9. juli fyri aldursbólkarnar U6 til U14 og sjálvandi fyri bæði gentur og dreingir.

- Nógv lið hava longu tekna seg, og vit vóna sjálvandi at eins nógv koma luttaka sum í 2016,leggur Andrass Thomsen aftrat.

Í 2015 luttóku yvir 60 lið og meira enn 600 børn í stóru summar fótbóltskappingini, ið verður hildin í Gundadali og á Tórsvølli.

Fram til 30. apríl er ser prísur og ser treytir fyri tilmelding.

Les meira um kappingina og melda til áwww.summarcup.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder