2016-02-22 15:01
25. februar kl. 19 verður árligi aðalfundurin hjá Norrøna Ungmannafelag Føroya.
Seinasta árið hevur NUF arbeitt miðvíst við at stovna eitt Ungdómsins ??tnorðurráð, fyri at skapa ein politiskan pall fyri ung í útnorði. Hugsanin er, at politisk evni sum hugtaka ung í hesum økinum verða viðgjørd í ljósinum av, at ung í útnorði hava nógvar av teimum somu avbjóðingunum. Í hesum sambandi kemur Kári P. Højgaard, limur í ??tnorðurráðnum, at greiða frá týdninginum av útnorðursamstarvinum, og hvat Føroyar fáa burturúr einum tílíkum samstarvi. Ungdómsins ??tnorðurráð verður vónandi veruleiki seinni í ár. Meira verður at frætta á fundinum.Eisini kemur Ásmundur Guðjónsson, stjóri í NORA, at greiða frá norðurlendska fiskivinnusamstarvinum og hvør føroyski leikluturin er, og hvat vit kunnu brúka eitt norðurlendskt samstarv til á hesum økinum.
NUF vónar at nógv ung møta til fundin, bæði fólk sum hava hug at stilla upp til nevndina, og fólk sum bert vilja lýða á. Matur og gott til góman verður at fáa.
Aðalfundurin verður í Posthúskjallaranum hósdagin 25. februar 2016 kl. 19.
Skrá verður sambært viðtøkum felagsins.
??ll eru hjartaliga vælkomin!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald