Mentan

Fyrilestur um masterútbúgvingina í West Nordic Studies - aðalfundur hjá NUF

...

2015-03-05 04:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú er eitt ár gingið síðani vit í Norrøna Ungmannafelag Føroya høvdu stovnandi aðalfund. Tað hevur verið eitt ómetaliga spennandi ár, við nógvum virksemi og spennandi og mennandi tiltøkum, og tað ætla vit at halda fram við í 2015. Í tí sambandinum skipa vit fyri aðalfundi 5. Mars kl. 19-21, har vit hava ein spennandi fyrilestur v/ Lau ??fjord Blaxekjær um nýggju útbúgvingina, Master's programme in West Nordic Studies, sum verður bjóðað út á Fróðskaparsetrinum í samstarvi við fýra onnur universitet í norðurlondum:


"Saman við universitetunum Ilisimatusarfik í Grønlandi, Háskólan á Akureyri, Háskúla Íslands í Reykjavík og Universitetet i Nordland á vesturstrond Noregs fer Fróðskaparsetur Føroya á heysti í 2015 undir eina nýggja altjóða og tvørfakliga masterútbúgving í útnorður námi, almennari fyriskipan og burðardyggari leiðslu. Nýggja masterútbúgvingin gevur lesandi framúr møguleikar at ávirka menningina í Grønlandi, Íslandi, Føroyum og vestur Noregi og gevur lesandi góðar møguleikar at flyta seg millum ymisku økini í útnorði.

Masterútbúgvingin í útnorður námi, almennari fyriskipan og burðardyggari leiðslu gevur ítøkiliga vitan um arktiska økið umframt førleikar at leiða og viðgera samtíðar spurningar og samtíðar kjakevni í søguligum høpi, t.d. samfelagsligar broytingar, verðurlagsbroytingar og spurningar um burðardygd."




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder