Mentan

Fyrilestur í kirkjuni sunnudagin 22. apríl, tá ið minnisløta var um Sólarris

...

2018-04-26 11:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sólarris var trímastrað skonnart, sum varð bygd í 1910 í St. Malo í Fraklandi. Í 1929 varð hon keypt haðan til Havnar og fekk navnið Ella. Í 1932 keyptu Jákup Jacobsen, Jákup í Stórustovu í Havn, Fa. J.E. Thomsens Eftf. og Jóan Jákup Simonsen, skipari í Sandavági, hana. Teir áttu hvør sín triðing. Hon fekk tá navnið Sólarris og hevði heimstað í Sandavági.

23. oktober í 1935 keypti Fa. J.E. Thomsens Eftf. partin hjá Jákupi Jacobsen og 21. januar í 1938 partin hjá Jóan Jákupi Simonsen.

Um várið í 1940 fór Sólarris í farmasigling. Tríggjar ferðir var hon í Onglandi eftir koli til Føroya og eina ferð til Íslands.

Nógv tann størsti parturin av fiskinum, sum føroyingar veiddu undan seinna veraldarkríggi, varð saltaður. Av tí at ikki bar til at selja saltfisk, fóru føroysku skipini at keypa bátafisk í Íslandi at selja í Skotlandi. Sólarris helt á við hesi sigling til veturin kom, og byrjað varð aftur um várið í 1941.

Um miðjan august fóru teir fimta ísfiskatúrin yvir til Íalands. Átta mans vóru við: Petur á Steig, skipari, Johan Johansen, bestimaður, Alfred Jacobsen, kokkur, Hans Simonsen, John Petersen,Gudmund Gudmundsen og Dávur Magnussen, vóru dekkarar, allir úr Sandavági. Poul Andrias Joensen Durhuus úr Vestmanna var motorpassari.

Skiparin greiddi frá í sjórættinum 3. november: Farið varð av Sandavági um kvøldið 14. august. Mánadagin 18. august klokkan 10.30 sóu teir land. Skiparin helt seg kenna Dalatanga, sum er á sunnara arminum á Seyðistfjørðinum. Tað var toka og um leið megi 8 av landnyrðingi. Teir lógu og róku til klokkan 15.30. Tá var vindurin minkaður niður í megi 4, enn var toka. Klokkan 19.30 løgdu teir bakk úteftir, og um kvøldið stilti hann av.

Farið varð aftur at sigla klokkan 02.00 týsnáttina, og siglt varð til klokkan 03.00, tá køvdi hann av aftur í mjørka, og tí varð lagt stilt at bíða eftir degi. Klokkan 05.00 varð farið aftur at sigla, og miðað varð ímóti at koma undir land norðanvert við flógvan á Seyðisfirði.

Skiparin stýrdi, tveir mans vóru har frammi og hugdu eftir, hvat var fyri stavn. Annar stóð á bógnum, og hin stóð uppi á kokkhúsinum, har eitt stilli var gjørt til mannin at standa í. Fýra mans svóvu har afturi, og maskinmeistarin var beint tá farin niður at hyggja at motorinum, tá var ein ræðuligur brestur ??? ivaleyst ein mina. Hetta hendi klokkan 06.00.

Skipið fór alt í einum niður eftir gronini. Beint eftir brestin vóru Dávur og Alfred, sum svóvu, komnir í stýrihúsið. Alfred slapp út, og í hølunum á honum komu Dávur og Petur. Alfredi og Dáva eydnaðist at koma á bjargingarflakan, sum var flotnaður har frammi á skipinum og kom rekandi aftureftir. Annar teirra hevði ur í vestalummanum, urið fekk ongan skaða av sjónum, og tað var teimum seinni hent at hava. Petur var darvaður nøkur sekund av, at jakkin hjá honum kom fastur í lásið á stýrihúshurðini. Skipið sakk so skjótt, at hann legði seg at svimja av skipinum. Flakin var nú longu komin einar 25 favnar burtur. Petur greiddi frá: ???Tað fírdi eg lítið fyri at svimja, tí at eg skuldi verið rættiliga frægur svimjari. Men illa gekst. Tungt var at svimja, og lítið leið eftir; hetta var mær ógvuliga løgið, eg varnaðist ikki, fyrr enn góð løta var liðin eftir tað, at eg var komin á flakan, at eg var í tungum leðurstivlum, og tað vóru teir, sum høvdu darvað meg.???

Beint sum teir vóru komnir á flakan, sóu teir bestamannin, men hann var so langt burtur, at teir fingu ikki fatur á honum. Nú var skipið horvið, og 5 mans vóru burtur.

Á dekkinum stóðu tveir bátar, annar var bundin og hin stóð leysur. Teir vónaðu sjálvsagt, at annar báturin fór at flotna upp í so frægum standi, at teir kundu fara í hann, men eingin bátur kom, tað einasta teir sóu, var lítið sprek av einum borði.

Flakin var ógvuliga lítil, ta mestu tíðina, teir vóru á honum, sótu teir við beinunum í sjónum. Dávur, sum var træsmiður, hevði smíðað flakan, stutt áðrenn teir fóru av stað. Hann var gjørdur av átta oljutunnum.

Petur var, sum sagt, í stivlum, hinir báðir vóru á leistum, tveir vóru í troyggju, men Alfred var hvítklæddur. Til alla lukku var Petur í yvirálsjakka, sum Alfred fekk at fara í; hattleysir og vattleysir vóru teir allir.

Allan dagin var gott veður og kolasvart í toku, um kvøldið kom hann av landnyðringi við nógvum regni, ein sannur stormur. Um midnáttina lætti hann eitt sindur í, og teir sóu tá, at teir vóru sunnanvert við Norðfjarðarhornið, okkurt um ein hálvfjórðing úr landi. Skiparin væntaði, at teir fóru at reka inn á Sandvíkina, ein lítil vík sunnan fyri Norðfjarðarhornið. Teir vónaðu at fáa fótin fastan har. So kom mjørki aftur. Náttin gekk, teir komu ikki inn á Sandvíkina. ???Lukkutíð fyri okkum,??? segði skiparin, ???tí har havi eg hoyrt seinni, er bara lendandi í einum staði, og løgið skuldi verið, um vit vórðu slongdir inn beint har, og brimið var ivaleyst eisini av tí nógva, so vit komu neyvan á land har. Um so var, hevði útideyðin verið okkum vísur, um vit komu á land, har sum eingi hús vóru.???

Mikudagur 20. august. Nú kom svongd á teir. Teir tóku mattangan upp; har var keks í, men onkursvegna var hol komið á, tá ið skipið fórst, og tí var maturin vátur av sjógv. Tað skuldi tó ikki bilað; keksið var væl etandi, um tað var nakað salt, hugsaðu teir. Men magin hugsaði øðrvísi, hann vildi einki vita av hesum saltaða keksi. Teir spýðu keksið uppaftur so hvørt, sum teir ótu tað.

Vindurin minkaði fyrrapartin, so tað var toluligt veður. Um middagin klárnaði, og vóru teir nú, vísti tað seg, farnir frá landi í staðin fyri, sum teir væntaðu um náttina, móti landi. Teir mettu seg tá at vera 5 fjórðingar út úr Jerpinum. Nú var vón um at verða bjargaðir, tí at klárt var í veðrinum, og teir sóu eitt føroyskt skip koma norðureftir innan fyri teir. Men teir vóru riknir so lang út, at skipið rakti ikki við teir.

Nakað seinni komu tvey føroysk skip norður við landinum, annað skipið stevndi beint á teir, men tá kom mjørkin og køvdi av. Eina løtu eftir lýsti eitt sindur í aftur, og ein gleðilig sjón birtist fyri teimum: skip við seglum, merkt VA 10, Henry Freeman, skip frá sama reiðaríi í Sandavági. Teir róptu og veittraðu alt tað, teir orkaðu. Nú væntaðu teir at verða sæddir. Lítil løta gekk, nú kemur maður út úr stýrihúsinum, teir halda, at hann hyggur beint ímóti sær, stóð bara eitt lítið bil, so fór hann inn aftur í stýrihúsið, sjálvandi at siga frá, hildu reir. So nær vóru teir skipinum, at teir týðiliga sóu hondina á manninum, tá ið hann tók í lásið á stýrihúsinum.

Kvikur kemur hann út aftur, so nú var einki at ivast í. Men hvat hendir. Hann ger einki tekin til teirra, men fer aftur á hekkuna at hyggja at logginum. Aftur hesa ferð brast vónin um bjarging.

Aftur róku teir í mjørkanum og vistu ikki, um leiðin bar móti landi ella frá. Tá ið tað lýsti í aftur um kvøldið, vóru teir tætt undir Skrúði uttan fyri Vattarnes í Reyðafirði, har nógvur útróður var um summarið. Men nú móti nátt, vóru allir bátar, sum kanska høvdu roynt um dagin, farnir til lands. Tostin kom, nú teir høvdu sitið knappar 40 tímar á flakanum. Teir kannaðu vatntangan. Tað var tann rami sjógvur í honum.

Nú var tíðin liðin so long hjá teimum, at ikki var undur í, at teir fóru at troyttast. Alfred var illa ílatin, at hann ikki var í ullintari troyggju gjørdi, at meiri hiti fór úr kroppinum á honum enn á hinum, so at hann møddist fyrst. Um náttina kom svøvnur á hann. Hinum báðum dámdi tað lítið, tí at teir væntaðu, at hann fór ikki at vakna aftur. Náttin var køld, ilsligt sirm. Teir royndu at halda hann vaknan, og høvdu hann sitandi ímillum sín, men hann sovnaði. Hann svav fast.

Hósdagur 21. august. Móti degi fóru teir at royna at vekja hann. Jú, hann vaknaði, og hann var sum fiskurin, møðin var nú runnin av honum. Nú vóru teir riknir langt, teir mettu seg at vera 7 fjórðingar úr landi og uttan fyri vanliga útróðrarleið. Teir fóru at royna at rógva og evnaðu við einum sekstumma seymi fjalir, sum róku á sjónum, at rógva við. Ferð sást ikki á flakanum, men hann gekk fram. Men nú fór tostin at versna av álvara, teir høvdu hug at drekka sjógv, men teir vistu, at tað var teimum at bana.

Tá ið daprast sá út, bað skiparin, sum var trúgvandi maður, Harran so bønliga um, at teir skuldu verða bjargaðir, tó at tað var tungt, tí at teir høvdu mist fimm av sínum skipsfeløgum. Teir lovaðu eisini burtur olmussu til eina einkju, og hetta lyfti hildu teir.

Um eitt tíðina vóru teir varir við ein kóp tætt hjá. Tá ið teir bríkslaðu eftir honum, reisti hann høvdið væl uppúr og kagaði og kom nærri, steðgaði og fór eitt sindur burtur frá, viðhvørt fór hann undir, og viðhvørt var hann uppi, stundum kom hann rættiliga nær, og stundum fór hann eitt petti frá teimum. Menninir lógu stillir á flakanum. Bríkslið hjá Alfredi dámdi kópinum best, tá ið hann bríkslaði, kom hann teimum ógvuliga nær, og so eina ferð er hann so nær, at maðurin, ið sláa skuldi, reiggjaði brádliga við árini, henda løtan var teimum týdningarmikil. Jú hann lá, steindeyður. So grammir vóru teir, at teir lupu allir í senn út í annað borðið, tí teir vistu, at kópur lættliga søkkur. Teir fingu fatur í hann og høvdu hann alt í einum upp á flakan.

Ongan knív høvdu teir, og einki høvdu teir at kóka ella steikja við. Men tostin segði teimum, hvat teir skuldu gera. ???Drekkið nú blóðið,??? segði tostin.

Vanir vóru teir at drepa seyð og hval, men teir høvdu, sum sagt, ongan knív. Hvussu skuldu teir fáa hol á hálsin? ???Seymin,??? søgdu teir hvør í munnin á øðrum. Við seks tumma seyminum, fingu teir hol á ta stóru hálspulsæðrina, so at blóð og lýsi rann úr, og teir drukku. Tað, sum eftir var, lótu teir upp í lokið á raketttanganum og goymdu tað til seinni.

Hesin drykkurin gagnaðist teimum væl, átti kanska lívið í teimum. Teir vóru jú móðir og troyttir, tí at teir høvdu ikki leskað vátt ella turt í 54 tímar. Nú teir høvdu drukkið, ernaðust teir aftur og kundu halda á at rógva. Allan dagin varð róð, og teir nærkaðust landi. Nú hugsa teir um at senda upp neyðrakettir, tá ið myrkt var vorðið ??? men áðrenn tað var hálvaskýmt, varð aftur tjúkt í toku, so at einki gjørdist við rakettunum.

Róð var alla náttina, sum var ilslig við loti av landnyðringi og køldum sirmi. Teir skiftust um at rógva; hvørjar 10 minuttir sótu teir fyri einki, og róðu teir hvør í 20 minuttir.

Fríggjadagur 22. august. Í sólarrenningini lýsti í, og tá vóru teir suður úr Papoyggj á vanligari útróðrarleið við opnum bátum. Bátarnir í Djúpavági høvdu róð út í tí vælsignaða veðrinum við tjúkkari toku úr fjarðarmunnanum og langt út til havs. Viðhvørt reiv hann í, og havið lá silvurblankt í tí brennandi sólskininum. Teir á flakanum sóu eisini ein maskinbát seta línu, og teir róptu, men eingin hoyrdi rópini. Teir veittraðu, men eingin rakti við teir, og so kom tokan og fjaldi teir aftur.

Nú royndu teir at rógva til kíkin hjá bátinum, og tá ið teir høvdu róð um ein tíma, kom glotti í tokuna. Tá sóu teir beint undan sólini ein bát sita við snøri, ógvuliga nær. Aftur at rópa og veittra, einki batti. So læt Petur seg úr troyggjuni og veittraði við henni. Nú veittraði ein av bátsmonnunum aftirímóti, teir sóu, at hann skar línuna og setti flot á endan.

Báturin æt Høfrungur. Teir tríggir menninir, sum róðu við línu, vóru: Sigurður Ívarsson, formaður, Jón frá Hrjóðri, báðir úr Djúpavági, og Albert Stephansson frá Krossi í Berufjarðarstrond.

Jón hevur greitt frá í Reykjavíkar útvarpi:

Tá ið teir høvdu eina línu eftir at draga, reiv hann brádliga í, og ein geil varð út eftir fjørðinum til havs, og sólin fór at skína inn á vágin. Við eitt nú rópar Albert: ???Hvat er tað, sum eg síggi har úti???? Hinir báðir hugdu nú eisini tann vegin og sóu, at okkurt livdi har í sólarljósinum. Tá sigur formaðurin: ???Kappið línuna og knýtið boyu á endan. Vit fara at vita, hvat hatta er.??? Albert og Jón gjørdu skjótt av, og Sigurður sett ferð á motorin og helt út eftir. Tá ið teir nærkaðust, sóu teir, hvat tað var. Tríggir mans á einum flaka. Tá ið teir eru einar 200 m frá flakanum, tjúkti av aftur, men Sigurður hevði havt eygað við kumpassini, og teir komu beint á flakan.

Jón sigur, at hann kann ongantíð gloyma ta gleði, sum teir kendu í hesi løtu, og heldur ikki, hvussu gleðin lýsti úr eygunum á hesum trimum monnunum. Vit høvdu ikki meir enn lagt at flakanum, tá leyp skiparin inn í bátin og tók um hálsin á Sigurði og kysti hann, og tað sama gjørdi hann við okkum. Greiðir Jón frá. Síðan komu hinir báðir inn í bátin og tóku um hálsin og kystu okkum allar. Hetta sýnir okkum, hvussu glaðir og takksamir teir vóru fyri, at teir vóru bjargaðir. Tað fyrsta, sum føroyingarnir spurdu eftir, var drekka og onkrum at eta. Tað var tungt hjá okkum at svara, at vit høvdu gloymt matin og drekkað heima. Hetta nívdi teir. Áðrenn lagt varð frá flakanum, tóku teir deyða kópin inn í bátin. Hann átti lívið í teimum, tað vistu teir, teir vildu ikki, at hann skuldi reka fyri vág og vind.

Teir fóru at taka tað, sum eftir var av línuni upp, og tá ið línan var komin í bátin, helt Høfrungur inn eftir Djúpavági á Berufjørðinum til lands. Tá ið teir komu inn ímóti Svartaskeri, beint uttan fyri vágin, klárnaði, og sólin kom fram aftur. Tað var ein fragd at sigla inn á vágin við tí farmi, sum var innanborða.

Men teir, sum heima vóru, hildu, at óvanliga tíðliga var Høfrungur aftur av útróðri. Okkurt mundi vera áfatt. Teir vóru tríggir mans, tá ið teir fóru, nú teir komu aftur, eru teir seks.

Menn skundaðu sær út á brúnna, har sum Hørfrungur plagdi at leggja at. Men óttin skifti til gleði, tá ið tað sást, hvør í bátinum var. Kvinnur og menn tóku sera væl ímóti øllum teimum seks. Teir tveir føroyingarnir gistu hjá bátsformanninum, og tann triði gisti hjá læknanum.

Tað, teir mest tráaðu eftir, var at fáa okkurt at drekka, teir fingu fyrst heita mjólk; teir máttu hava hógv. Teir fingu alt gott at eta og góða song at liggja í.

Eftir at hava sitið kaldir og vátir á flakanum í 78 tímar, og 84 tímar vóru lidnir, síðan skipið fórst, vóru teir tó so frægir, at tveir teirra gingu leysir til hús, hin triði gekk eisini sjálvur, men var leiddur. Ikki fingu teir krím ella lungnabruna, men beinini vóru vánalig av vætu og kulda, so at teir fingu ræðuliga pínu í beinini. Alfred slapp skjótt heim til Føroya, hinir báðir fóru á sjúkrahús í Seyðisfirði og seinni á sjúkrahúsið í Havn.

Fyri nøkrum árum síðan var íslendski forsetin, ??lafur Ragnar Grímsson, í Føroyum. Hann kom her í kirkjuna. Greitt varð honum frá um kirkjuna og rúnasteinin, eisini varð sagt honum, hvussu menninir av Sólarrisvórðu bjargaðir av flakanum. Hann lurtaði ógvuliga áhugaður. Og hann frøddist um, at íslendskir útróðrarmenn bjargaðu skipsmonnum úr brøðratjóðini Føroyum. Aftaná varð farið út at hyggja at minnissteininum.

Teir ið bjargaðir vóru:

Petur á Steig, sum var 32 ár. Hann sigldi nógv eftir hesa hending. Førdi fleiri skip, og var við at keypa skip. Giftur Edith, áttu 3 dreingir, tá ið vanlukkan hendi. Tey fingu 3 børn seinni. Petur doyði í 1975, 67 ára gamal.

Dávur Magnussen var 41 ár. Tá ið hann kom fyri seg aftur, fór hann til Íslands at smíða, annars smíðaði hann nógv her heima. Dávur var ógiftur, hann doyði í 1982, 83 ára gamal.

Alfred Jacobsen var 24 ár. Eftir kríggið fór hann aftur at sigla, og hann sigldi í nógv ár við ymsum skipum, Eftir tað arbeiddi hann á landi. Giftur við Solveig. Tey áttu 2 børn, tá ið vanlukkan hendi. Seinni fingu tey 3 børn afturat. Alfred doyði í 1985, 78 ára gamal.

Teir, ið sjólótust, vóru:

Jóhan Johansen, Jóhan á Mýrini, 57 ára gamal. Jóhan tók skiparaprógv í 1907. Hann sigldi alla sína tíð. Hann førdi fleiri skip og var eisini bestimaður. Hann var giftur við Sunnevu. Tey áttu 6 vaksnar døtur.

Hans Simonsen, Hans hjá Símuni, 44 ára gamal. Hans var fiskimaður alla sína tíð. Hann var við fleiri skipum, róði eisini út heima. Giftur við Mariu, tey áttu 8 børn, 6 vóru undir konfirmeringsaldur.

John Petersen, hjá ??la Jákup á Steig, 27 ár. Fór ungur til skips, nýliga lærdur til stýrimann. ??giftur.

Gudmund Gudmundsen, hjá Hálvdani, 27 ár. Tá ið hann hevði fingið prestsins hond á høvdið, fór hann til skips, sigldi nógv sum maskinmeistari. ??giftur.

Poul Andrias Joensen Durhuus, Pól í Garðastovu úr Vestmanna, 60 ár. Hann var sjómaður alla sína tíð, sigldi nógv sum maskinmeistari. Giftur við Turid Vinther. Tey áttu 7 vaksin børn.

Í 1943 ella 44 varð minnissteinur reistur uttan fyri kirkjuna. Juul Andreasen á Velbastað høgdi steinin. Á steininum er mynd av Sólarris. Undir myndini stendur: Til minningar um teir, sum krígsfórust við sk. Sólarris 18. august 1941, so eru nøvnini á monnunum. Niðast stendur: 

Trúgvir til endan

tit vóru tað

hvílið í friði

til Harrans dag.

Heini F. Petersen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder