Politikkur

Fyribyrgjandi heimavitjanir til eldri

...

2016-01-18 17:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Eysturkommuna skrivar:

Hóskvøldið skipaði Nánd Heimatænastan fyri kunningarkvøldi á Kambsdali í samband við, at Nánd nú fer at bjóða fyribyrgjandi heimavitjanir til fólk, ið eru 75 ár og eldri.

Umleið 90 fólk vóru við til tiltakið í hølunum hjá Dugna á Kambsdali. Lagt varð fram um ætlanirnar og innihaldið av fyribyrgjandi vitjanum, um týdningin av røttum kosti, og um týdningin av rørslu.

Nýtt tilboð: Sjálvsvenjing fyri 67+Sum nakað nýtt hevur Nánd gjørt avtalu við Fuglafjarðar kommunu og Kappróðrarfelagið um at geva fólki í aldrinum 67+ møguleika at ganga til sjálvsvenjing í kappróðrarneystinum í Fuglafirði. Møguleiki verður at venja tvær ferðir um vikuna ??? mánadag og fríggjadag frá kl. 10.00-12.30.Les meira um sjálvsvenjing her.

Tiltakið á Kambsdali endaði við einum góðum drekkamunni, umframt at fólk kundu royna sína kondi, máta blóðtrýst, puls og gera kanning hjá fysioterapeuti.

Umframt fyrilestrar um sunnan kost og um týdningin av at røra seg spældu Jóannes Hansen og Monika Stauss livandi tónar. Flemming Petersen vitjaði eisini við guitarinum og segði frá indianarasøgum.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder