2016-07-14 10:00
KVF: Grønlendska sjálvstýrið stovnaði 1. juli nýggja felagið Kalaallit Airports, ið skal víðka um floghavnirnar í Nuuk og Ilulissat og byggja nýggja floghavn í Qaqortoq sunnarlaga í Grønlandi.
Felagið er so mikið nýtt, at eingin stjóri er settur í felagnum enn. Tí hevur felagið sett Jákup Sverra Kass, stjóra í Vága Floghavn, í fyribilsstarv sum stjóra, skrivar check-in.dk, les meira á KVF her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald