Í sambandi við, at Helena Dam á Neystabø hevur tikið sæti á Løgtingi, hevur hon fingið farloyvi úr stjórasessinum á Føroya Handilsskúla.
Setanarnevnd, undir leiðslu av rektaranum fyri Marknagilsdepilin, hevur í hesum sambandi sett Steinbjørn Hardlei sum fyribilsstjóra á Føroya Handilsskúla við virknaði frá 16. Oktober 2015. Starvið er tíðaravmarkað fram til 01. Januar 2017.
Steinbjørn Hardlei er útbúgvin cand. oecon í virkisbúskapi við serligum denti á strategi, starvsfólka- og broytingarleiðslu. Hann hevur harumframt tikið altjóða leiðaraútbúgving innan broytingarleiðslu við denti á virkissálarfrøði og fyriskipan.
Steinbjørn hevur hollar royndir sum leiðari, bæði sum starvsfólkaleiðari og rakstrarleiðari, í nøkrum av teimum størstu føroysku fyritøkunum. Hann hevur staðið á odda fyri fleiri stórum broytingartilgongdum innan strategiska- og starvsfólkaleiðslu, m.a. har samanleggingar hava verið partur av tilgongdini. Steinbjørn hevur drúgvar undirvísingarroyndir og undirvísir í løtuni á Føroya Handilsskúla á teimum hægru útbúgvingunum og á Búskaparbreytini.
Umframt at hava ábyrgd av dagliga rakstrinum, fíggjarviðurskiftum stovnsins, námsfrøðini, starvsfólkum v.m. á Føroya Handilsskúla, skal stjórin, sum partur av leiðslutoyminum á Marknagilsdeplinum, vera við til at fyrireika og leggja til rættis samanleggingina av Føroya Handilsskúla, Tekniska Skúla og Føroya Studentaskúla.
Depilsleiðslan er fegin um at hava fingið ein væl skikkaðan avloysara fyri verandi stjóra.
Bogi Bech Jensen, rektari
Marknagilsdepilin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald