Politikkur

Fyri trygdina, er neyðugt at gera ábøtur á lendingina í Mykinesi

...

2017-02-22 12:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fram, um at játtað 2,5 mill. meira til samferðslumál, sum skal brúkast í Mykinesi.

Fólkaflokkurin sigur í viðmerkingunum:

Fyri trygdina, er neyðugt at gera ábøtur á lendingina í Mykinesi. 

Síðan privatir yvirtóku Mykinesleiðina, er ferðafólkatalið vaksið úr 2800 í 2005 til uml.20.000 í 2016. Eitt ferðslulop, sum bert privat kunnu klára. Men trygdin á lendingini íMykinesi má betrast. 

Sørvágs Kommuna hevur saman við Landsverki kannað tvær verkætlanir, sum hava stórantýdning fyri tryggleikan hjá teimum, sum koma í land í oynni. 

Onnur neyðug ábót er longdur bryggjukantur, sum eisini gevur 80 kvm av tiltrongdumstandiplássi til ferðafólk. Eisini verður rekkverk og ein kantstokkur fram við keiini. 

Hin ábótin er ein bakkaverja. Sørvágs Kommuna hevur fyri stuttum asfalterað Fjørudalsgøtuna,og eftir stuttari tíð er riva komin í asfaltið. Fóturin niðri á hellini í gjónni gevur segundan.  

Í umsókn til Henrik Old, landstýrismann, við avritið til Fíggjarnevndina hjá Løgtinginumhevur Sørvágs kommuna sent prosjekt, har hesar ábøtur kunnu gerast fyri sera sámiligan prís.Sambært viðløgdu skjølum kann hetta neyðuga arbeiði gerast fyri 2,5 mió. kr.

Sí fylgiskjølini:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder