JN

Fyri júst 272 árum síðani í dag 12.maj

...

2015-05-12 20:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag 12. maj eru júst 272 ár síðani at landfútin Jørgin Frantz Hammershaimb, skrivaði bræv til Rentukamarið, um vánaligu støðuna í Føroyum.

Hetta er áhugavert, tí nærum sama støðan er í dag í landinum.

Fiskifrøðingar tosað um fiskaloysið, veðurlagsfrøðingar tosað um CO2 útlát, og politikara tosað um fátækradømi og flóttarfólk.

Hesin sami standur var í 1743, tað ári 80 skipsbrotnir frá Westerbeek, høvdu fingið innivist runt oyggjarnar.

Hammershaimb gremur seg um at tað ikki er nok av matið til at breyðføða hesar 80 sjómennirnar, og oftani hendir tað at matmóðurin, mátti sita sveng, tí ikki var nok til hennara, hetta tí gestirnir máttu fáa fyrst. Hesir skipsbrotnu, voldu til hungursneyð í Føroyum.

Men tað vóru ikki bert teir skipsbrotnu sum vóru orsøkin til vesladómin, her var náttúran eisini ímóti.

Hóast majmánaði, so var kavi og vánligt veður, lomb og ær doyðu frá hond, og vandi var eisini fyri stórdýrunum, júst hetta sama hendir í dag 272 ár seinni. Men neyvan mundi tað verða grundað á ov nógvum útláti av vakstrarhúsgassum.

Hammershaimb sigur víðari, at eingin seiðamurtur er fram við strendurnar, fiskimiðini eru eiðasør fyri fisk, og eingin grind hevur verði.

Eitt enskt línuskip hevur verði á Føroyum og tikið vatn, tí teir ætlað sær til Íslands, vegna fiskaloysið undir Føroyum.

Hetta man neyvan verða grundað á ovurfisking.

Alt hetta sum eg havi nevnt, er nakað sum kemur aftur og aftur, Tað verður ofta sag at tað sum hevur verði fyrr, hendir aftur, hetta er sama støða.

Hetta er bert ein staðfesting at vit sum menniskju, ikki kunna gera nakað við náttúruna, um vit so eru polittikkarar, fiskifrøðingar ella veðurlagsfrøðingar.

Verðin gongur sína egnu gongd.

Í Norðsjónum 12. maj 2015

Niels Th. Pedersen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder