Ítróttur

Fýra spennandi hálvfinalur

...

2016-05-25 12:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF Varpið: Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða spældar mikudagin og hósdagin. Á Skála hittast Skála og Víkingur, og í Klaksvík vitjar NSÍ. Í FSF Varpinum hesaferð meta Jóannes Jakobsen og Tróndur Arge um hálvfinalurnar í steypakappingini.

Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Jóannes Jakobsen, sum hevur vunnið steypakappingini heili átta ferðir. Jóannes væntar nakrar spennandi hálvfinalur, ið eru á skránni næstu vikurnar.

Fyrru hálvfinalurnar verða spældar 25. (Skála ??? Víkingur) og 26. mai (KÍ ??? NSÍ), meðan seinni hálvfinalurnar verða spældar 15. juni (Víkingur ??? Skála og NSÍ ??? KÍ).

Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 27. august, kl. 19:45.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder