FSF hevur gjørt avtalur við Egil á Bø, Alexandre da Silva Braga, Jan Dam og Anju Rein um at taka sær av uppgávunum sum hjálparvenjarar hjá nøkrum av yngru landsliðunum.
Sum áður fráboðað, og í trá við heildarætlanina við fótbóltsmennarunum, er ætlanin framyvir at seta hjálparvenjarar til føroysku ungdómslandsliðini í longri ella styttri tíðarskeið. Skráin fyri landsliðini er ymisk, og tí verða hjálparvenjararnir í fyrsta umfari settir eftir tørvi.
Nakrar avtalur eru nú gjørdar, sum knýtir hesar at ymsu landsliðunum og teirra virksemi fram til summarfrítíðina.
Hjá dreingjum verður Egil á Bø hjálparvenjari hjá U15, meðan Jan Dam verður hjálparvenjari hjá U19. Á gentusíðuni eru avtalur gjørdar við Anju Rein og Alexandre da Silva Braga, ið koma at verða knýtt at ávikavist U15 og U19-landsliðunum.
Jan Mølvad Laursen er venjari hjá U17-gentunum, og har verður tað Jógvan Martin Olsen, sum í fyrsta umfari fer at virka sum hjálparvenjari. Hjá U17-dreingjum verður tað Eli Hentze, ið fram til summarfrítíðina fer at hjálpa Thomas Thinggaard.
Fyrsta avbjóðingin í hesum árinum verður frá 13. til 21. mars, tá U17-landsliðið við dreingjum fer til Elite Round á Kypros.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald