Vegna vánaliga veðurforsøgn, hevur FSF, í samráð við fyriskipararnar, avgjørt, at umfarið sunnudagin 15. desember hjá Dreingir U14, verður avlýst.
Fimta umfar í Futsal-kappingini hjá dreingjum er á skránni hetta vikuskiftið, og leygardagin eru tað Dreingir U12 og Dreingir U16, ið fara at dystast í ítróttarhøllini á Kambsdali.
Eftir ætlan skuldu Dreingir U14 fara á vøllin sunnudagin 15. desember, men hetta verður kortini av ongum.
Veðurforsøgnirnar næstu dagarnar boða frá sera ringum veðrið, við nógvum vindi leygarkvøldið og sunnudagin, og tí hevur Fótbóltssamband Føroya, í samráð við fyriskipararnar hetta umfarið, Víking, avgjørt, at umfarið sunnudagin hjá Dreingir U14 verður avlýst.
Í staðin verður fimta umfar hjá Dreingir U14 væntandi spælt fyrst í komandi ári.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald