Vinna

FURE NORD er Ársins Skip 2016

...

2017-01-30 16:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sjóvinnustýrið boðar frá, at M/V FURE NORD er ársins skip í 2016. Nummar tvey gjørdist M/VNORTHERN OCEAN og nummar trý varð M/V Saeborg. 

Sjóvinnustýrið gevur eina ferð um árið heiðursmerki til skip und

ir føroyska flagginum, sum kann vísa áserliga góð úrslit innan skiparakstur og trygd í undanfarna ári.Skipið við besta rakstrarúrslitinum verður funnið við at hyggja at úrslitum við ongum feilum, tá PSCeftirlit er umborð, og tey verða tald og lønt eftir einari torleikaskipan, sum geva ymisk stig. Umframthetta verður eisini hugt eftir, um feilir eru, tá sýn er umborð á skipunum og somuleiðis verður atlit tikiðtil, hvussu stendur til við klassaskjølum í sambandi við góðkenning av skipum.

 Krøvini til skiparakstur í dag eru sera høg, og eftirlitini eru samsvarandi strong. Skipari, rakstrarfeløgog ábyrgdarpersónar mugu tí altíð vera eitt fet frammanfyri eftirlitsmyndugleikarnar og kunna vísa á,at øll viðurskifti eru í lagi. T.e. at sáttmálar, skips- og manningarskjøl eru dagførd og til taks, og at allirmillumtjóða- og altjóða sáttmálar verða hildnir. Eisini skal skipið til eina og hvørja tíð hava røttutrygdarútgerðina umborð og vera til reiðar at fáa vitjan av sýnsfólki. 

Sjóvinnustýrið leggur stóran dent á, at skip í FAS eru væl rikin og trygg. Góð rakstrarúrslit eru við til atvaksa um virðingina fyri føroyska flagginum, og gevur hetta afturljóð á tann hátt, at flaggið fær einagóða plasering á hvíta listanum hjá Paris MoU. Hetta hevur aftur eitt jaligt árin á avleiddu vinnurnar,sum standast av virkseminum í FAS. Sjóvinnustýrið sendir regluliga út tíðindaskriv við týðandiupplýsingum til skipini.

 Hetta er fjórða árið, at Sjóvinnustýrið hevur kosið ársins skip. Vinnarar undanfarnu árini hava veriðNorthern Ocean í 2015, Norrøna í 2014 og Nordjarl í 2013.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder