Í dag verður 9. umfar í EFFO-deildini leikt, tá dagsins dystir hava verið, hava øll liðini leikt móti øllum, tí tá er fyrsti triðingurin leiktur av ársins EFFO-deild.
Í Gundadali er grannauppgerð tá B36 tekur móti granninum av Argjum, AB. Danska bettingar fyritøkan Danske-spil hevur sett tøl á dagsins dystir, og teir gera B36 til stórforvittar. Tí oddsini uppá at B36 vinnur er 1,35, um tað verður javnleikur fær man pengarnar fýra ferðir aftur, og um AB vinnur fær man pengarnar otta ferðir aftur. Dysturin millum B36 og AB byrjar klokkan 15:00.
Í Streymnesi tekur botnliðið í EFFO-deildini, EB/Streymur, móti TB. Danske-spil hevur gjørt TB til fovorittar, og oddsini uppá TB eru 1,85. Um tað verður javnleikur fær man pengarnar 3,35 ferðir aftur, og um man setur pengarnar á EB/Streym fær man pengarnar 3,60 ferðir aftur. Dysturin byrjar klokkan 15:00.
Í Fuglafirði tekur ÍF móti FC Suðuroy. Tað er ÍF ið Danske-spil hevur peika út til at vinna henda dystin, og tað gevur pengarnar 1,50 ferðir aftur um ÍF vinnur. Um tað verður javnleikur fær man pengarnar 3,60 ferðir aftur, og um FC Suðuroy vinnur, og man setur pengarnar á teir, fær man teir 6,00 ferðir aftur. Dysturin byrjar klokkan 15:00.
Í Runavík tekur oddaliðið NS??, móti KÍ. Danske-spil væntar eisini at NSÍ fær at vinna, og oddsini eru 1,53 uppá tað. Oddsini uppá javnleik í Runavík eru 3,85, og Danske-spil gevur pengarnar 5,10 ferðir aftur um KÍ vinnur. Dysturin byrjar klokkan 15:00.
Seinasti dysturin í hesum umfarinum verður eisini í Gundadali, tá HB og Víkingur bresta saman. Danske spil torur ikki at útpeika nakran vinnara uppá henda dystin, og tí skil hava bæði HB og Víkingur odds uppá 2,45, oddsini uppá javnleik eru 3,30. Dysturin byrjar klokkan 17:45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald