Politikkur

Fullveldisskjølini viðgerast av nýggjum

...

2017-02-07 08:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FULLVELDISSKJ??LINI: Løgmaður fer at taka støðu til, um meirinnlit skal veitast í fullveldisskjølini.

Løgmaður ætlar at viðgera fullveldisskjølini av nýggjum. Síðani tekur hann støðu til, um meirinnlit skal veitast í skjølini. Tað svarar hann millum annað Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni, í einum skrivligum § 52 fyrispurningi um fullveldisskjølini.

???Eg fari nú at biðja um ummæli av nýggjum, serliga við støði í at upplýsingar úr fundarfrásøgnunum nú eru almannakunngjørdar í bók. ??tlanin er síðan at viðgera hendan principiella spurning um at veita meirinnlit enn einaferð,??? svarar Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Skjølini viðvíkjandi fullveldissamráðingunum um aldarskiftið eru enn ikki so gomul, at tey koma inn undir innlitsreglurnar í skjalasavnslóggávuni, men ganga eftir reglunum í innlitslógini.

???Løgmaður almannakunnger ikki gomul skjøl frá landsfyrisitingini eftir nakrari systematiskari skipan. Tað er ikki uttan so, at onkur spyr eftir skjølum, at leitað verður eftir teimum, vísir løgmaður millum annað á í svari sínum.

Lesið svar løgmans her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder