Fólkaflokkurin er ein liberalur, sosialur demokratiskur loysingarflokkur.
Tey flestu, ið kenna meg, vita at føroyskt sjálvræði liggur mær ógvuliga nær. Tað er eingin ivi í míni sál, at í Føroyum eiga føroyingar at ráða. Við tí góða fólki, tilfeingi og møguleikum vit hava í Føroyum, er eingin forðing hjá okkum at standa á egnum beinum.
Tilgongdin má tó verða røtt og tað, ið vit ofta hoyra frá øðrum loysingarflokkum er meira bygt á kenslur enn vit og skil. Alt gott um kenslur, tí tær ala fram drívmegi, men vit og skil má verða eginleikin, ið verður brúktur fyrst og fremst í eini so avgerandi leið sum sjálvstýrisleiðini.
Eg taki fult undir við ætlan Fólkafloksins, ið er ein Frælsur Felagsskapur við Danmark. Ein frælsur felagsskapur vendir í veruleikanum núverandi støðu á høvdið, har vit taka fult sjálvræði á øllum økjum, men delegera viðurskiftir til Danmarkar, at hjálpa okkum við. Henda skipan er brúkt í øðrum førum, har smátjóðir hava frælsar felagsskapir við størri lond.
Alt skal sjálvandi samráðast uppá pláss og leggjast til fólkaatkvøðu áðrenn tað verður góðtikið endaliga.
Fólkaflokkurin hevur víst ábyrgd har hann hevur verið við og tað ger hann eisini í hesum.
So mín áheitan er til øll, ið vilja eina realistiska sjálvstýriskós, ið byggir á vit og skil: Vel Fólkaflokkin. Vit hava víst at vit megna tað vit seta okkum fyri!
Sólvit E. Nolsø
Valevni Fólkafloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald