Lýsing

Fulltiknir dekkarar til Vørn

....

2018-03-08 16:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tvey størv sum fulltikin dekkari á skipunum hjá Vørn verða hervið lýst leys. 

Høvuðsuppgávur: 

Starvið sum fulltikin dekkari fevnir m.a. um hesar uppgávur: 

??? Ganga vakt eftir vaktarskipan. 

??? Luttaka í dagliga arbeiðinum. 

??? Arbeiðsuppgávur sambært starvslýsing í Góðsku- og trygdarhondbókini. 

??? Annað fyrifallandi arbeiði. 

Førleikakrøv: 

??? Førleikaprógv sum fulltikin dekkari við handilsskipum. 

??? Heilsuváttan til sjófólk, ið er uttan avmarkingar, og vera skikkað/skikkaður til kagtænastu. 

Dentur verður annars lagdur á: 

??? Dagført og galdandi trygdarskeiðsprógv 

??? Royndir innan yrkið 

??? Góð samstarvsevni 

??? Aldur og heilsa at gerast vinnukavari er ein fyrimunur, men ikki eitt krav 

Setanartreytir: 

Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Starvið er lønt í lønarflokki 5. 

Tríggir teir fyrstu mánaðirnir eru royndartíð. 

Setanarøkið er Fiskimálaráðið og stovnar undir ráðnum. Tænastustaðið er í løtuni Vørn - Fiskiveiðieftirlitið. 

Umsókn: 

Skrivlig umsókn við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi 20. mars 2018 kl. 14.00. Størvini verða sett sum skjótast. 

Umsókn skal sendast til : 

Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn, ella teldupost til: [email protected] 

( øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati ) 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Vørn á tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni www.vorn.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder