FSF: ??TSELT: ??ll atgongumerkini til landsdystin ímóti Rumenia eru seld. Sostatt verða umleið 4.800 áskoðarar á Tórsvølli sunnudagin 11. oktober.
Eitt gott samdøgur eftir, at atgongumerkini vórðu sett til sølu, var útselt.
Sostatt verða umleið 4.800 áskoðarar á Tórsvølli fyri at stuðla føroyska A-landsliðnum, tá Føroyar og Rumenia spæla seinasta dystin í undankappingini til EM 2016.
Men áðrenn rumenar koma hendan vegin á vitjan í oktober mánaði, eru tríggir aðrir dystir á skránni.
4. september kemur Norðurírland á vitjan í Føroyum, og tríggjar dagar seinni, mánadagin 7. september, skulu okkara royna seg á útivølli ímóti Finnlandi.
Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum sunnudagin 23. august. Tá fer Lars Olsen, landsliðsvenjari, at kunngera hópin til dystirnar ímóti norðurírum og finnum.
Næstseinasti dystur í hesari undankappingini verður tann 8. oktober, tá føroyska liðið skal spæla á útivølli ímóti Ungarn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald