JN

Full sólarmyrking 20. mars í 2015

...

2015-02-21 01:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Snar.fo skrivar:

Tann 20. mars í 2015 klokkan 9:40:12 rakar ein full sólarmyrking Mykineshólm og fer síðan um allar oyggjarnar. Um leið hálvan annan minutt seinni kemur myrkrið til eystasta punktið á Fugloynni og fer so víðari norðureftir. Í Føroyum verður longst myrkt í Mykineshólmi, har tað verður myrkt í 2 minuttir og 24 sekund.

Ein sólarmyrking er, tá ið mánin stendur millum sólina og jørðina, soleiðis at jørðin kemur í skuggan av mánanum. Tá ið sólarmyrkingin er full, verður myrkt eina løtu, og so verður ljóst aftur.

Fullar sólarmyrkingar eru ógvuliga sjáldsamar, og seinasta fulla sólarmyrkingin í Føroyum var 30. juni í 1954.

Tað er við spenningi, at føroyingar og onnur bíða eftir sólarmyrkingini í 2015. Ferðavinnan hevur brynjað seg í fleiri ár, og nógv ferðafólk koma til Føroya.

Nøkur fólk, sum er serliga áhugað í sólarmyrkingum, fara við skipi norðum um Føroyar, so tey fáa bestu møguligu umstøðurnar at uppliva sólarmyrkingina. Onnur fara at fylgja sólarmyrkingini við flogfari, so áhugin er stórur.

Verndarbrillur

??ll vilja sjálvandi síggja eitt serstakt fyribrigdi, sum ein full sólarmyrking er. Men tað kann vera vandamiki at hyggja at eini sólarmyrking, um tú ikki ansar tær. Tí er týdningarmikið at brúka serstakar verndarbrillur ella aðra verju, tá ið sólarmyrkingin verður. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder