Politikkur

Full ferð sett á rottutýningina

...

2018-03-20 22:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Runavíkar kommuna hevur í nógv ár gjørt átøk fyri at týna rottu. Í apríl mánaði í fjør varð byrjað at skráseta rottufellur og rottufráboðanir í eini talgildari skipan og eru tað nú fleiri fólk sum hava til uppgávu at skráseta, eftirkanna og leggja rottueitur í fellurnar. Vónandi fer hetta miðvísa arbeiðið at geva eitt munagott úrslit.

Sum borgari kanst tú gera stóran mun við at boða kommununi frá, um tú sært rottu ella tekin um rottu.

Um tú hevur eina mynd av staðnum har tú hevur sæð rottu, kanst tú senda hana saman við fráboðanini. Hetta er ein stór hjálp fyri at vita, hvar fellan skal setast (myndin skal vísa t.d. hús/garð nærhendis, so tað er lætt at finna).

Fráboðast kann við at ringja á tlf. 417000 ella við at skráseta fráboðanina her:fráboðan um rottu

Tað, sum tú sjálv/ur kann gera, fyri at minka um rottuvanda er, at:

  • ansa eftir, at eingin matur ella fóður verður liggjandi har høsn, gæs ella seyður verða fóðrað
  • tryggja, at rottur ikki sleppa til skrelliposan
  • ikki kasta mat út til likkur e.l.
  • tetta steinseting í kjallara
  • kanna, at tað ikki eru opnar rennur frá kjallara (hetta var rættiliga vanligt í húsum eldri enn 1960)

Í kommunalu skipanini eru nú skrásettar 569 rottufellur. Í februar mánaði vórðu allar 569 fellurnar kannaðar, og tá vóru 201 fellur, har alt eitrið var etið. Í hesu vikuni eru hesar 201 fellurnar sýnaðar aftur og nú vóru 36 tómar.

Tað er eitt gott tekin, at rottan etur eitri í felluni. Um rottan kann velja aðra føði, so ger tað ongan mun, at hava fellurnar.

Í 308 av fellunum var eitrið ikki nortið seinastu 3 mánaðirnar. Hetta kann vera tekin um, at eingin rotta er í økinum longur ella tekin um, at rottan fær føði aðrastaðni frá.

Síðan talgilda skrásetingin byrjaði, eru 146 fráboðanir um rottu móttiknar. Um hetta er nógv ella lítið, fáa vit helst at vita, tá Umhvørvisstovan hevur móttikið skráseting frá øllum kommunum í landinum. Sum er, hava vit eingi hagtøl at samanbera okkum við.

Tal av fráboðanum sveiggjar frá 5 upp til 30 um mánaðin. Vit hava móttikið nógvar fráboðanir í vetur, sum kann vera tekin um, at rottur søkja tætt til bygt øki, fyri at klára kalda veturin.

Aktingarmennirnir hava lagt stóra orku í arbeiði at týna rottu í vetur. Hetta arbeiði er fyri at fáa stovnin so langt niður sum til ber, áðrenn tað várar og liviumstøðurnar hjá rottuni gerast lættari.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder